Gull og skreyt er á skránni í Klaksvík

KÍ kvinnurnar eru stórfavorittar at vinna FM, tá ið tær í dag hitta einasta avbjóðaran, sum er NSÍ

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Í dag verður punktum sett fyri landskappingina í kvinnufótbólti. Stóri dysturin verður klokkan 15 í Klaksvík, tá ið tvey tey fremstu liðini hittast.

 

KÍ er topplið, og NSÍ er næstfremst, og tað eru hesi bæði liðini, sum í dag fara at kappast um, hvør skal vinna FM, og hvør skal fáa silvurkrónurnar handaðar.

 

Sigursvandu kvinnurnar í Klaksvík eru stórfavorittar at vinna enn eitt meistaraheiti. KÍ hevur 58 stig og málmunin +27, og NSÍ hevur 55 stig og málmunin +14.

 

Tað vil siga, at um tað skal eydnast teimum í NSÍ at hava FM steypið og gullkrónurnar við sær út aftur, so skulu tær í dag vinna við sjey málum.

 

Hin dysturin verður í Gundadali klokkan 12.30, tá ið HB fær vitjan av Víkingi. Í Gundadali verður telvað um, hvør fer at vinna bronsukrónurnar. HB er favorittur, men tær í Víkingi hava møguleikan at hava heiðursmerkini við sær úr høvuðsstaðnum. HB hevur 34 stig og málmunin -21, og Víkingur hevur 31 stig og málmunin -20.

 

KÍ – NSÍ: Andras Frederiksberg kl. 15.00

 

HB – Víkingur: Arthur Højgaard kl. 12.30

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo