Oljuvinna og útbúgving
Millum tey vitjandi á oljumessuni í Aberdeen herfyri vóru eisini fleiri føroyingar, sum arbeiða í skotsku oljuvinnuni ? og sum hava fingið sær útbúgving í Skotlandi. Ein teirra er 26 ára gamli Rúni Hansen úr Havn. Hann læs í Aberdeen í fimm ár og hevur útbúgving sum mekaniskur verkfrøðingur. Hann fór so beinleiðis frá universitetinum í oljuvinnuna at arbeiða og hevur eitt ár á baki . Hann starvast hjá Elmar Services, sum er eitt dótturfelag hjá Barco. Teir framleiða útbúnað til oljuvinnuna so sum mastrar, kontrolstýriútgerð, fóðring til boring ol. Í fyritøkuni arbeiða umleið 300 fólk. Rúni arbeiðir har sum designverkfrøðingur.
Hóast Føroyar draga so heldur Rúni tað vera sera týdningarmikið at kunna fáa sær royndir í vinnulívinum aðrastaðni. ?Royndirnar eg fái her í Aberdeen eru gull verdar fyri meg. Tú sleppur at arbeiða við tingum, sum eru rættiliga specialiserað og so sleppur tú at gera ting, sum tú ikki fær gjørt í Føroyum.
Rúni vil avgjørt mæla føroyingum, sum fáa sær útbúgving í útlandinum, eisini at fáa sær royndir har, áðrenn teirelita sær heim aftur til Føroya. Ja tað er spill at fara beint heim frá skúlanum.
Rúni heldur tað eisini vera ein góða gongd, at fleiri og fleiri føroyingar velja at fara aðrastaðni at lesa eisini enn bara at fara til Danmarkar. Nú tá stuðulin er so góður, so er tað eins bíligt at fara til Skotlands at lesa sum til Danmarkar. Hann skilur ikki, hví ikki fleiri føroyingar velja at fara til Aberdeen at lesa.
Rúni heldur tað vera ein stóran fyrimun at fara t.d. til Skotlands at lesa, tí tá at lærir man enskt til fulnar, og so er Skotland eisini nógv meira multikulturelt samfelag enn t.d. Danmark. Á universitetinum eru fólk úr nógvum tjóðum. Tú lesur og býr saman við teimum, so tað er ikki sum nógva staðni í Danmark, har bara føroyingar eru saman. Eg haldi man veksur nógv við hesum.
Rúni, sum vitjaði føroyska básin á oljumessuni í Aberdeen nú um dagarnar, heldur tað vera rætt av føroyingum at vera við til slíka messu, tí vit skulu hyggja nógv ár fram hvat eini oljuvinnu viðvíkur. Tí umræður at vera við frá byrjan og fylgja væl við í tí, sum fer fram rundan um teg.
-Fara føroyingar úr myndini nú, so verður ringt at koma innaftur.
Sjálvur hevur Rúni ein dreym um at koma heimaftur til Føroya ein dag at arbeiða í føroysku oljuvinnuni. Hvat tí føroysku luttøkuni í oljuvinnunu í løtuni viðvíkur, so er tað avmarkað,. hvat vit kunnu gera. Hann heldur, at tað eru fyrst og fremst skipasmiðjunar, sum skulu taka avbjóðingina upp. Føroyingar duga eins væl at sveisa sum skotar. Slíkt arbeiði kanst tú tí lættliga gera í Føroyum.