Fótbóltur
EB/Streymur tryggjar sær fyrsta FM heitið, áðrenn tað verður farið um mikkjalsmessu. Hetta varð spátt í hesum teiginum stutt eftir ólavsøku. Vit hava fleiri ferðir seinastu vikurnar mint á spádómin, og nú er tað upp til teir í EB/Streymi sjálvar at gera av, um meistaraheitið skal vera í pottinum á mikkjalsmessu. FM heitið liggur á silvurfati hjá meistarunum í Runavík!
Sunnudagin 28. september fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti NSÍ. Tað eru tólv stig eftir at spæla um. Eftir 23. umfar er EB/Streymur tíggju stig frammanfyri NSÍ. Tað vil við øðrum orðum siga, at um tað eydnast EB/Streymi at vinna eitt stig, so verður munurin millum meistararnar frá í fjør og EB/Streym framvegis tíggju stig, tá ið níggju stig vera eftir at spæla um.
Bæði B36 og HB eru ellivu stig aftanfyri EB/Streym. Málmunurin hjá EB/Streymi er betri enn tann hjá B36 og lakari enn tann hjá HB. Mikkjalsmessa er mánadagin 29. september, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við spádóminum, sum vit høvdu í hesum teiginum stutt eftir ólavsøku!
Í føroyska fótbóltsheiminum og ikki minst í felagnum sjálvum hevur tað aftur og aftur verið sagt, at kappingarárið hevur verið miseydnað hjá HB. Hjá teimum flestu hevði tað verið mett sum fínt kappingarár at vinna silvurkrónurnar. Í HB verður ikki roknað við øðrum enn at vinna FM heitið, og í hvussu so er verður roknað við og kravt, at liðið skal vera við í kappingini um meistaraheitið. Hesa ferð er HB ikki við í kappingini um FM heitið. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at liðið fer at vinna silvurkrónurnar, og tað er ikki so galið – í hvussu so er ikki hjá øllum øðrum enn teimum í HB.
Tølini siga, at tað er á útivølli, at høvuðsstaðarfeløgini hava mist tað, sum kundi havt borið tættari kapping við EB/Streym um FM heitið við sær. Meðan oddaliðið higartil hevur vunnið fimm ferðir á útivølli, hevur HB bara vunnið tveir útidystir, og B36 hevur vunnið tríggjar ferðir á útivølli.
NSÍ og Víkingur hava vunnið fýra ferðir á útivølli í part. Hesa ferð fekk Víkingur einki við sær úr Streymnesi. Um víkingar framvegis skulu verða við í kappingini um heiðursmerkini, so verður neyðugt hjá teimum at vinna á heimavølli ímóti HB næsta sunnudag.
Botnurin brennur framvegis
Í hinum endanum drógu skýggini uppaftur meiri saman um Skála, sum einki fekk burturúr, tá ið toftamenn vitjaðu. Skála er seks stig og vánaligan málmun frá bjargingini. Tað vil siga, at tað er neyðugt hjá skálamonnum at fáa fult hvørja ferð, um nakar møguleiki skal verða fyri bjarging.
Sigurin á Skála ber við sær, at B68 er sloppið undan vandanum fyri at flyta niður. Harvið hava toftamenn rokkið málinum, sum teir undan kappingarbyrjan settu sær. Fuglfirðingar taptu í Gundadali. Við sigri á Skála á heimavølli í 24. umfari kann ÍF tó vera heilt væl fyri í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
Klaksvíkingar oppaðu seg bæði á og kring vøllin, og tað eydnaðist at fáa fulla úrtøku ímóti B71. Enn eru ikki allar súðir syftar hjá sigursvandu norðoyingunum. KÍ er trý stig frammanfyri B71, og málmunurin hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er tað hjá sandoyingum, og tað skulu í hvussu so er tvey umfør til fyri at venda upp og niður millum 8. og 9. plássið.
Um tað eydnast Skála at vinna í Fuglafirði í 24. umfari, kann tað gerast heilt spennandi, tá ið ÍF annan sunnudag fer at vitja í Klaksvík.