Gunnar atfinningarsamur um sín leiklut

Landsliðsmálverjin heldur at talan var um ”The Perfect Storm”

Gunnar Nielsen var sera atfinningarsamur um sín egna leiklut í 6-0 tapinum fyri Portugal. Nú vil hann hava uppreins í HM undankappingardystinum móti Sveis í Luzern í dag.

 

Fyri at hoyra samrøðuna trýst á pílin undir myndini

 

Landsliðið hevur tikið samanum dystin móti Portugal. Niðurstøðan er, at at kalla alt gongur galið.

 

- Onkuntíð verður tosað um ”The Perfect Strom”, tað er tá alt gongur galið. Vit eru ikki blivnir samdir um, at tað var júst eitt ting, sum gekk galið. Tað er heldur ein samanrenning av fleiri tingum, sum ikki rigga, sigur Gunnar Nielsen.

 

Málverjin ynskir nú at fáa uppreins, tí hann metir at hann kundi havt tikið okkurt av málunum hjá Portugal. Stóri dreymurin er at koma úr Sveis við stigi, men eins og hinir spælararnir, so nevnir hann avrikið sum tað týdningaramesta í dag.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Sveis í Luzern. Byrjað verður at senda klokkan 15.30. Sjálvur landsdysturin byrjar kokkan 17.