Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur skipað seg av nýggjum. Nýggjur formaður er Arni Djurhuus Brattaberg og nýggj næstforkvinna er Ingeborg Godtfred. Í nevndini sita: Arni Djurhuus Brattaberg, Ingeborg Godtfred, Jan Müller, Gunnar í Liða, Annika Waag og Jákup Egholm Hansen.
Broytingin er framd eftir at nevndin í februar 2016 fekk boð frá Skráseting Føroya um at lata formansvalið eftir ársaðalfundin í apríl 2015 ganga umaftur og fara fram við lutakasti, um atkvøðugreiðslan stóð á jøvnum. Á fundinum stóð á jøvnum og tískil varð valið avgjørt við lutakasti. Úrslitið gjørdist ein broyting í formansskapinum.
Sambært viðtøkunum í TF Holding P/F skal nevndin í TF Holding P/F skipast á sama hátt sum nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Nakað av rumbuli stóðst av í fjør, tá nevndarval var á skránni. Greitt var, at nevndin var býtt í tveir líka stórar partar, har annar parturin stuðlaði Gunnari í Liða, meðan hin stuðlaði Ingeborg Godtfred. Tað var tó Gunnar í Liða, sum tá dró longsta stráðið, tá hann, sum formaður, hevði avgerandi atkvøðuna.
Skráseting Føroya hevur eftir øllum at døma ikki góðtikið tulkingina av reglunum, og hevur tí kravt, at nevndarvalið koyrir av nýggjum og verður avgjørt við lutakasti. Tískil er Gunnar í Liða ikki longur formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna ella P/F Holding TF. Nýggjur formaður er Arni Djurhuus Brattaberg.