Gunnar komin til Kasaktstan

Eftir at hava verið á ferð í næstan tríggjar dagar, er Gunnar Nielsen umsíðir komin til Astana

Flogfarið við føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, lendi tíðliga í morgun lokala tíð.

 

Hesum boðar Fótbóltssambandið frá umvegis heimasíðu sína.

 


Tá føroyska ferðalagið fór úr Keypmannahavn týsdagin, stóð Gunnar Nielsen eftir í Kastrup. Passið hjá Gunnari var blivið burtur í postinum, eftir at tað hevði verið á kasakstansku ambassaduni í Berlin, fyri at fáa visum.

 

Tí mátti føroyski málverjin fáa nýtt pass og nýtt visum, áðrenn hann kundi sleppa víðari til Kasakstan.


Men hetta skuldi vísa seg at verða ein stór avbjóðing fyri Gunnar Nielsen og FSF.
Umboð fyri Fótbóltssamband Føroya hava seinastu dagarnar lagt nógva orku og arbeiði í, at fáa Gunnar Nielsen til Kasakstan, og tíðliga í morgun kundi Jákup Martin Joensen, starvsnevndarlimur í FSF, taka ímóti føroyska landsliðsmálverjanum á Astana Airport í Kasakstan.


- Hetta hevur verið ein drúgvur túrur, sum tók eitt sindur longri tíð enn ætlað og vænta, og onkuntíð hevði eg hug at geva upp. Men til endans hugsaði eg við mær sjálvum, at líkamikið hvat, so skuldi eg til Kasakstan. Um eg so skuldi ganga til Astana, so skuldi tað eydnast mær at sleppa inn í landið, segði ein glaður, men troyttur Gunnar Nielsen, tá hann var komin á Rixos President Hotel í Astana, har føroyska A-landsliðið hevur hildið til seinastu dagarnar.
 


Dysturin millum Kasakstan og Føroyar byrjar klokkan 16.00 føroyska tíð.