Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í íslendsku steypakappingini.
Víkingur Reykjavík vann á útivølli 4-2 á Fram.
Fram legði seg á odda longu í níggjunda minutti. Smáar 20 minuttir seinni var Gunnar heppin, tá eitt skot hjá honum rakti Israel Garcia hjá Fram, skifti kós, og fór í netið til støðuna 1-1.
Beint undan steðginum legði Stígur Diljan Þórðarson Víking á odda 2-1. Tá 78 minuttir vóru leiktir javnaði Fram við einum sjálvmáli. Men bert tveir minuttir seinni legði Elías Már Ómarsson Víking á odda 3-2. Tað gingu bert tveir minuttir afrat, so gjørdi Fram sjálvmál, og so var støðan 4-2 til Víking.
Komandi fríggjakvøld klokkan 20.15 verður stórdystur á Víkingsvøllinum í Reykjavík. Í fyrsta umfarinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini kemur Breiðablik á vitjan.











