Iranski herurin hevur skotið niður eitt amerikanskt flutningsflogfar og tvær amerikanskar tyrlur.
Tað boðaði ein talsmaður fyri iranska herin frá í dag, sambært iransku tíðindastovuni Tasnim, skrivar Reuters.
Talan sigst vera um eitt C-130 Hercules flutningsflogfar og tvær Black Hawk tyrlur. Talan er um miðalstórar tyrlur, sum eins og Hercules-flogfarið verða brúktar av herinum í fleiri londum.
Tíðindini um, at flogfarið og tær báðar tyrlurnar vórðu skotnar niður, koma stutt eftir, at leitingin eftir manningini av einum amerikanskum F-15 stríðsflogfari er liðug í Iran.
Jagaraflogfarið datt niður í Iran fríggjadagin. Báðir manningarlimirnir eru funnir á lívi av amerikanska herinum.
/Ritzau/










