Løgreglan stongdi eitt skeinkistað í Havn

Alt ov nógv fólk vóru inni, og tónleikurin var alt ov harður

Løgreglan avgjørdi klokkan 2:30 í nátt at steingja eitt skeinkistað í Havn og reka øll fólkini á dyr. 

Hetta var gjørt, tí at mett varð, at alt ov nógv fólk vóru inni, og at tónleikurin var alt ov harður, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Greitt er ikki enn, hvat eftirspælið verður, men helst verður tað ein bót, og helst verður hildið eygað við júst hesum skeinkstaðnum í framtíðini.

– Tað er heldur ikki uttan orsøk, at tað er ásett, hvussu nógv fólk í mesta lagi kunnu vera inni í einum skeinkistað, sigur vaktleiðarin.