Gunnar vann á Manchester United

Sosialurin var á staðnum, tá Gunnar Nielsen saman við eyka liðnum hjá Manchester City vunnu á granninum úr Manchester United. Gunnar spældi allan dystin og var nøgdur við bæði lið avrikið og sítt egna avrik

Fótbóltur

Føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen livir eina tilveru, har hann til dagligt venur saman við nøkrum av heimsinsbestu fótbóltsleikararum. Eftir at Sheik Mansur keypi Man City fyri yvir einum árið síðani, eru fleiri kend fótbóltsnøvn komin á gátt. Tað er millum hesar kendu fótbóltsleikarar, at 22 ára gamli Gunnar skal royna at vinna sær fast pláss á besta liðnum. Hann venur saman við øllum hinum stjørninum, Robinho, Tevez, Barry, Bellamy, Adebayor og ikki minst Shay Given. Írski Shay Given er í løtuni fyrsta val sum málverji, og tað eru fá, sum seta spurnartekin við tað valið. Hann hevur bjargað Man City fleiri ferðir í ár, og í honum hevur Gunnar eina góða fyrimynd.
Týskvøldið stóð eyka liðið hjá Man Utd á skránni, og í málinum hjá vertinum stóð Gunnar Nielsen. Hann sá ógvuliga konsentreraður út í uppitingini, og bóltadreingirnir høvdu úr at gera, við at renna eftir útspørkinum hjá honum, sum endaði langt inni á hálvuni har gestirnir hitaðu upp. Tað regnaði eitt sindur, og vøllurin var vátur. Beint yvir 300 áskoðarar vóru til dystin, saman við eini rúgvu av fótbóltsumboðsmonnum.
Dysturin bleiv spældur á einum lutfalsliga lítlum stadium beint viðsíðuna av City of Manchester Stadium, sum er leikvøllurin hjá Man City. Lítlið leikvøllurin var bygdur til Commonwelth games, ið vóru í Manchester í 2002. Eitt stadium við pláss fyri nøkrum fáum túsund áskoðarum og tak yvir øll siti plássini - frálíkur leikvøllur.
Tað hava onkuntíð verið kendari nøvn á vøllinum, tá eykaliðini hjá hesum spæla. Hjá Man City var ringt at fáa eyga á nakran, sum vanligi fótbóltselskarin kennir aftur. Man Utd hevði serbiska Zoran Tosic á vinstra vongi. Hann hevur onkrar royndir frá fyrsta liðnum, og er eisini at finna á serbiska A-landsliðnum.

City omaná
Gunnar, ílatin grønum allir sum hann var, hevði okkurt smávegis at gera í fyrra hálvleiki. Longu tá tríggir minuttir vóru spældir, vóru fyrstu ferð boð eftir honum. Ein miðvallari hjá Man Utd royndi at senda ein áleypara avstað, men so skjótt sum bólturin rullaði inn um brotssteigarmarkið var Gunnar á bóltinum, og tryggjaði at ongin vandi var á ferð. Løtu seinni vóru aftur boð eftir føroyinginum í málinum. Eftir deyðbóltstøðu endar bólturin við at fara beint upp í loft inni í brotssteiginum. Gunnar kemur út millum vinir og fíggindar og loftar bóltinum. Hann ferð umkoll, men heldur fast um bóltin. Um miðjan fyrrahálvleik skorar Alex Nimely einasta málið í dystinum. Hann skallaði eitt innlegg úr høgru síðu í málið.
Eitt lítið korter inn í seinna hálveik, fær ein leikari hjá Man Utd reytt kort fyri at brúka neyðbremsuna. Man City setti seg nú á dystin, og tað var bara hendingaferðina at málið hjá Gunnari bleiv hótt. Einar tvær ferðir høvdu deyðbóltsstøður við sær, at Gunnar mátti koma út úr málinum og seta nevan á bóltin. Tað var bara tað einu ferðina stutt fyri dystar enda, at vandi var á ferð. Ein av miðverjinum hjá Man City rakar ikki bóltin nóg væl, tá hann skal skalla og tað endar við at Gunnar kemur uppá millum hond Gunnar bjargar við eini fót paradu skotinum frá Man Utd áloyparinum. Gjøgnum allan dystin hoyrdist Gunnar fyri allan vøllin. Hann stýrdi verjuni væl og helt í oyrinum á liðfeløgnum, so teir ikki mistu fokus. Úrslitið var eitt “clean sheet”, sum merkir at einki mál kom í gjøgnum. Tað kunnu Gunnar og verjan fegnast um.

Nøgdur við avrikið
Gunnar segði eftir dystin, at hann var væl nøgdur við sigurin og avrikið á vøllinum. Um sítt egna avrik ilskast hann um, at eini tvey av útspørkinum ikki endaði heilt har, ið tey skuldu. Annars var hann nøgdur við sítt avrik, hóast tað ikki var so nógv at gera í málinum hesuferð. Komandi dysturin hjá eyka liðnum er móti fyrrverandi arbeiðsgevarinum hjá Gunnari Blackburn Rovers.


---

Fakta

Komandi dystir hjá Man City reserves
17.11 Man City-Oldham (Senior Cup)
23.11 Blackburn-Man City (Reserves)
01.12 Man City-Hull (Reserves)

Støðan
Barclays Premier Reserve League
Nr. Felag stig
1 Liverpool 18
2 Man Utd. 15
3 Man City 15
4 Burnley 9
5 Bolton 9
6 Blackburn 7
7 Hull 6
8 Sunderland 6
9 Everton 6
10 Wigan 4