Gunnar Vatnhamar er steypavinnari í Íslandi

Víkingur Reykjavík vann 3-1 (1-0) á Jóan Símuni Edmundssyni og liðfeløgum hansara í KA í finaluni

Gunnar (nr 6) og liðfelagar fegnast aftaná seinasta bríksl

Gunnar Vatnhamar úr Leirvík er íslendskur steypavinnari við Víkingi Reykjavík.

 

Gunnar spældi allan dystin, tá Víkingur í finaluni á tjóðarleikvølli íslendinga, Laugardalsvøllinum vann 3-1 á KA, ið hevði Jóan Símun Edmundsson á vøllinum allan dystin. Pætur J. Petersen slapp ikki á vøllin fyri KA.

 

Matthías Vilhjálmsson stútaði Víking framum aftaná hornaspark sjey minuttir undan steðginum. Aron Elís Þrándarson økti til 2-0 aftaná eina geniala frísparkskombinasjón.

 

Ívar Örn Árnason fekk spenning aftur í uppgerðini, tá hann í 82. minutti minkaði um munin til 1-2, men bert tveir minuttir seinni svaraði Víkingur aftur við málið hjá Ari Sigurpálssyni.

 

Víkingur Reykjavík eru søguligir. Teir eru fyrsta liðið í Íslandi, ið vinnur steypakappingina fýra ferðir á rað.

 

Í landskappingini manglar Víkingur Reykjavík bert tvey stig komandi fimm dystirnar fyri at vinna meistaraskapið.

 

Líkt er tí til, at Gunnar Vatnhamar fer at vinna greipuna í Íslandi.

 

Aftaná loknan dyst fór Gunnar yvir til 12 leirvíkingar, ið hava ferðast til Reykjavíkar fyri at síggja dystin. Tey høvdu føroysk fløgg við, og tað var hugaligt at síggja á RÚV. 

 

Fyri fyrst ynska vit á in.fo Gunnari Vatnhamar tillukku við steypinum. Tað verður vónandi fyrsta dagin, at vit kunnu ynska honum tillukku við greipuni.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Gunnar (nr 6) og liðfelagar fegnast aftaná seinasta bríksl