Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, hevur seinastu nógvu dystirnar sitið á bonkinum hjá FH, har hann eftir skaðasteðg ikki endurvann sær plássið í FH-málinum.
Í staðin hevur tað verið 21 ára gamli Daði Freyr Arnarsson, sum hevur vart FH-málið. Hann hevur staðið væl, og av tí sama er Gunnar Nielsen ikki sloppin framat.
Hetta er ikki nøkur ynskistøða fyri Gunnar, og í dag skrivar íslendska heimasíðan, fotbolti.net, at hann er á veg úr FH, har sáttmáli hansara gongur út eftir hetta kappingarárið.
- Sjálvandi eri eg noyddur at tosa við FH um næsta stig. Eg eri vorðin 32 ára gamal og havi sitið á bonkinum síðstu tíðina, segði Gunnar í samrøðu við fotbolti.net fyri viku síðani.
- Eg spæli ikki, og Daði hevur staðið seg væl. Tú veitst hvussu fótbólt er. Eg vil gjarna spæla og eri í toppformi, sigur Gunnar.
Tað verður ikki nevnt hvagar Gunnar so skal fara at spæla, men tað er sannlíkt, at hann verður verandi í Íslandi.
- Eg vil gjarna halda fram í Íslandi. Familjuni dámar væl her. Konan hevur arbeiði, børnini eru í skúla og eg eri hálvur íslendingur, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar Nielsen hevur spælt við FH í útvið fýra ár. Áðrenn tað spældi hann eitt kappingarár við einum øðrum íslendskum felagi, nevniliga Stjørnuni.