Føroyski landsliðsmálverjin í FH í Íslandi, Gunnar Nielsen roynir sum frægast í hesum døgum at halda seg í form. Allar venjingar í felagnum eru steðgaðar, og tí eru bara sjálvvenjingar á skránni, skrivar FSF.fo.
– Eg vænti at mín dagligdagur er sum hjá teimum flestu í hesum døgum: – Undantikið tá eg eri til arbeiðis ella til handils, so eri eg heima. Men tað ræður eisini um at njóta hesar dagarnar saman við konuni og dreingjunum, sigur føroyski landsliðsmálverjin úr Reykjavík.
Seinastu fýra árini hevur 33 ára gamli Gunnar Nielsen spælt fótbólt í Íslandi. Harafturat arbeiðir hann eisini hjá Smyril Line Cargo, við ábyrgd av øllum tí, sum íslendarar innflyta umvegis føroyska flutningsfelagið.
– Ein vanligan dag fari eg til arbeiðis klokkan níggju, síðani til venjing klokkan hálvgum ellivu, og so aftur til arbeiðis klokkan tvey seinnapartin. Men sum støðan er í løtuni, verði eg noyddur at arbeiða heima, samstundis sum vit ikki hava møguleikan at brúka umstøðurnar hjá FH.
– Vit hava fingið eina venjingarætlan frá felagnum, og henni fylgi eg rættuliga væl, tí mær dámar væl at venja, og haldi sjálvur, at eg havi góða disiplin til sjálvvenjingar. Men at renna í øllum kavanum, sum hevur ligið í Íslandi seinastu tíðina, er heilt ræðuliga óinteresant. Tí royni eg at venja so nógv sum tilber heima við hús, sigur landsliðsmálverjin við heimasíðuna hjá FSF.