Gunvá við Keldu á odda

Tað verður Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum kemur at sita í formanssessinum í Kommunusamskipan Føroya í seinnu helvt av hesum valskeiði. Á stýrisfundi í Kommunusamskipan Føroya í dag hevur Gunvá við Keldu tikið við sum nýggjur formaður eftir Heðin Mortensen.

Tá sitandi stýrið tók við í januar 2009, varð Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, afturvaldur til formann fyri Kommunusamskipan Føroya.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, gjørdist tá næstformaður. Samstundis varð avtalað, at næstformaðurin, tá skeiðið varð hálvrunnið, skuldi taka við formanssessinum. Nú valskeiðið hjá kommununum í samskipanini er hálvrunnið, er hetta skiftið í dag farið fram.

Heðin Mortensen hevur sitið sum formaður í nærum fimm ár, og er sostatt tann formaðurin, sum hevur sitið longst í formanssessinum í Kommunusamskipan Føroya.

Tað vóru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Vágs kommuna, sum stovnaðu Kommunusamskipan Føroya á aðalfundi hin 10. juni 1999.

Í íbúgvaraumboðan er samskipanin vaksin nógv hesi árini, fyrst og fremst við kommunusamanleggingum.

Hin 1. januar í 2007 gjørdist Sands kommuna tann sjeynda limakommunan í Kommunusamskipan Føroya.