Ógvuliga javnt í 2. deild

Bara tvey stig skilja sjey tey fremstu liðini, so enn er eingin greiður favorittur at vinna kappingina. Bæði oddaliðini taptu í hesum umfarinum, og í Havn reistist B36 eftir nakrar lakar dystir

 

Fótbóltur


Málríkasti dysturin leygardagin var í Havn millum B36 og NSÍ. Runavíkingar lógu undan hesum dystinum á odda í deildini saman við Skálamonnum. B36 hevði hinvegin ikki vunnið í teimum seinastu trimum dystunum, men tó megnaði havnarliðið at reisa seg.

Áki Mørk legði B36 framum tíðliga í dystinum, tá Trúgvi Mortensen í NSÍ málinum misti bóltin fyri føturnar á Áka, sum lættliga kundi skora fyrsta málið.

Hetta fekk runavíkingar at rakna við aftur. Løtu seinni svaraði NSÍ aftur, tá Fróði Jóanesarson høvdaði eitt innlegg í netið. Heimaliðið vóru sum lammaðir, tá NSÍ fekk tvey afturat fyri steðgin. Fyrst legði Sverri Justinussen NSÍ framum, og Jan Nónklett økti til 3-1.

Beint eftir steðgin minkaði Áki Mørk um munin til 3-2, og so var dysturin aftur opin. B36 hevði nakrar møguleikar at javna, men so rak Fróði Jóanesarson seg leysan av B36 verjuni, og hann skoraði til 4-2.

So setti B36 endaspurtin í gongd. Heini í Skorini minkaði beinanvegin, tá hann varð spældur leysur, og Halgerð Arge javnaði, tá hann setti fótin á eitt innlegg.

Líkt var til, at dysturin fór at enda javnur, men beint fyri seinasta bríksl fekk heimaliðið vinnandi málið. Gunnar Nielsen var farin niðan úr verjuni, og gjørdist leysur við málverjanum, sum bjargaði, men Heini í Skorini fylgdi upp og trillaði bóltin í opið mál.


Oddaliðið snávaði

Skála er framvegis fremst hóast liðið tapti á Krossinum í Sumba. Sumbingar høvdu veruliga tørv á at vinna dystin, tí ikki hevur gingið serliga væl hjá teimum higartil.

Sumba fekk betri byrjan, tá René Thomsen skoraði, men Bogi Gregersen javnaði beint fyri steðgin. Sumba legði seg tó framumaftur, tá Marlon Kjærbo royndi seg við langskoti, og Mortan úr Hørg økti til 3-1 seinni.

Bogi Gregersen minkaði uppá beinleiðis fríspark, men til fánýtis. Skála tapti dystin, og Sumba dregur seg spakuliga uppeftir.


GÍ aftur botnlið

Eftir vánaliga byrjan hevur GÍ seinastu dystirnar fingið nøkur stig til høldar. Nú eru gøtumenn aftur á niðasta plássi.

Bert tað eina málið varð skotið í grannauppgerðini millum ÍF og GÍ í Gøtu. Tað var toppskjúttin hjá ÍF Jan Jørgensen, sum fekk tað málið, og tað hevur við sær, at ÍF hevur ein fínan møguleika at vinna sær uppflyting.


TB vann

Undan hesum umfarinum lá TB á einum eyðmýkjandi aftasta plássi. Men nú eydnaðist aftur at vinna. HB var á vitjan, og dysturin endaði við 3-1 sigri til TB.

Sigurin var uppiborin, og støðan var longu 2-0 við steðgin. Ragnar Nolsøe og Jón Johannesen høvdu skorað í málinum hjá Kaj Leo Johannesen, sum annars spældi væl.

Gunnar Mohr minkaði í seinna hálvleiki, men Eyðstein Jacobsen sló sigurin fastan, tá hann fangaði ein leysan bólt.


KÍ vann á Norðoyarstevnu

LÍF var í Klaksvík og spældi stevnudyst móti KÍ leygardagin. KÍ vann uppiborið, og LÍF er nú steðgað upp eftir eina fína byrjan.

LÍF kom á odda, tá Tomek Resel setti eitt brotsspark í netið, men John Havn javnaði við einum langskoti.

Í seinna hálvleiki skoraðu Rógvi Laksáfoss og John Ryan til endaliga úrslitið 3-1.

Alt stendur púra opið eftir sjey tey fyrstu umførini, men fleiri teirra hava ikki møguleika at flyta upp, tí feløgini longu hava lið í 1. deild.