Gylta bók 100 ár

Sláið Ring skipar fyri fyrilestrum um Gyltu bók.

 

Í 1925 gav Noregs Ungdomslag út bókina »Føroysk kvæði um brögd Norðmanna ættarinnar úti og heima«, vanliga kallað »Gylta bók« orsakað av gyltu permuni. Hetta var fyrsta rættiliga kvæðabók ætlað tí dansandi fólkinum heldur enn akademikarum í útlondum. Tey, ið dansaðu føroyskan dans, tóku skjótt bókina til sín, og er hon soleiðis blivin fólkaogn. Tá hesin dansiveturin byrjaði, var tað hundrað ár síðani Gylta bók kom út, og tí verður útgávan hátíðarhildin. 

 

Torbjørn Bergwitz Lauen og Brynhild Kamban hava fyrilestrar

 

Torbjørn Bergwitz Lauen er fyrrverandi formaður í Noregs Ungdomslag, ið gav út Gyltu bók, og hevur eisini áhuga í føroyskum dansi. Brynhild Kamban granskar í kvæðum, her serliga í kvæðaarvinum eftir sjóvarbøndurnar, Jens Christian Djurhuus og Jens Hendrik Djurhuus, ið hava yrkt um helvtina av kvæðunum í Gyltu bók.

 

Tiltakið er ókeypis. Aftaná tiltakið verður farið upp á gólv í Sjónleikarhúsinum. Nærri kunning er á heimasíðuni hjá Sláið Ring.

 

Tiltakið er í Norðurlandahúsinum 24. januar 2026, kl. 16.00.