Í Noregi verður latið illa at gýtingarstovninum á norðhavssild, og sagt verður, at ongantíð í 30 ár hevur verið minni verið at sæð, tá gýtingarleiðir hava verið kannaðar.
- Samanumtikið hava granskarar sjáldan sæð minni av sild í hesum kanningum, skrivar norski Havgranskingarstovnurin, sum Kystmagasinet endurgevur.
Havgranskingarstovnurin sigur, at máldi gýtingarstovnurin av norðhavssild í ár er 33 prosent minni enn í fjør, sum aftur var 23 prosent minni enn árið fyri.
Havgranskarin, Erling Kåre Stenevik, var toktleiðari við kanningarskipinum, Eros, sum javnan verður leigaður til havrannsóknir, bæði til kanningar av sild og makreli.
Ikki síðan 1994 er gýingarstovnurin máldur at hava verið minni, enn hann var á túrinum hesaferð. Men, granskarar vísa á, at sjálvur gýtingartúrurin ikki neyðurviliga er allur sannleikin um norðhavssildina.
- Hann er bara ein av fleiri keldum, sum lýsa gýtngarstovnin, sigur havgranskarin, Erling Kåre Stenevik.
Hann vísir á, at ein "jokari" í øllum, sum hann tekur til, er sildin frá 2021-árganginum, sum fyrstu ferð kemur inn í gýtingarstovnin í ár.
- Fram til í fjør var tað sildin frá 2016-árganginum, sum hevur verið sjónskast í stovninum undanfarin ár.
Samstundis, sum skipini hava fiskað burtur av hesum árgangi seinnu árini, hevur tann yvir miðalstóri 2021-sildaárgagurin tikið yvir í fiskiskapi eftir norðhavssild.
Mátingar á havrannsóknartúrinum vístu, at 2021-árgangurin nú telur 34 prosent av gýtingarstovninum.
- Men, vit vita, at sild í stórum árgangum gjarna verður kynsbúgvin eitt ár seinni. Tískil kann tað vera meira av 2021-sildini, sum ikki gýtir í ár, og sum soleiðis ikki er komin við í okkara kanningarúrslitum, sigur havgranskarin.
Lagt verður aftrat, at 5-ára sildin í 2021-árganginum hevði eina munandi minni vekt, enn 5-ára sildin hevði í fjør.
Orsøkin kann vera, at tað hevur verið meira sild um at deila føðina.
- Tá fáa vit tað, vit kalla tættleikavøkstur, sum merkir, at tað eru fleri fiskar, sum kappast um føðina, sigur havgranskarin, Erling Kåre Stenevik.
Sagt verður annars um sildakanningarnar, at bert 12 prosent av sildini, sum varð fingin á túrinum, var gýtingarklár, og tað kann merkja, at gýtingin verður nakað seinni í ár enn undanfarin ár.
- Eisini í ár stóð meginparturin av gýtingarsildini út fyri Lofoten og Vesterålen, leggur havgranskarin aftrat.













