Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, vil hava greiðu á, hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan, og hvussu nógv økið kostar landi og kommunum.
Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um serskipanir fyri fólkaskúlanæmingar.
Løgtingskvinnan vísir á, at næmingatalið í Skúlanum á Trøðni veksur, samstundis sum fleiri kommunur hava serflokkar í fólkaskúlanum. Bíðilistin eftir útgreining av børnum og ungum er eisini vaksin.
Í fyrispurninginum verður landsstýrismaðurin biðin um at upplýsa, hvussu nógv børn eru í serskúlatilboðum í dag, og hvussu talið var fyri fimm árum síðani.
Fía Selma Nielsen vil eisini vita, hvussu nógv serskúlaskipanirnar kosta landi og kommunum, hvussu nógvir pengar vórðu brúktir fyri fimm árum síðani, og um nakað úrslit sæst av møguligum vøkstri í útreiðslunum.
Harumframt verður spurt, hvussu nógv starvsfólk, roknað í ársverkum, arbeiða í serskúlatilboðum nú samanborið við fyri fimm árum síðani.
– Gera vit nóg mikið fyri, at hvørt einstakt barn sleppur at blóma? spyr løgtingskvinnan í viðmerkingunum.










