Tað var heilt, heilt ótrúligt at hoyra formann Tjóðveldsins í sjónvarpinum týskvøldið. Tað heldur Sjúrður Skaale, tingmaður, sum er farin úr Tjóðveldi og í Javnaðarflokkin.
Høgni Hoydal tosaði í sjónvarpinum í gjárkvøldið um, hví arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan endaði í ósemju og datt burtur. Hann segði, at »tann semjan, mann royndi at dyrka, sum allir vildu hava, bleiv til eina ósemju, tí tað vóru ávísir persónar, sum skuldu profilera ein flokk og summir skuldu yvir í ein annan flokk. Tað var tað, sum í veruleikanum var tann íspunna ósemjan«.
Sjúrð Skaale er illa við. Hann ger greitt, at tað er ikki vanligt at siga, hvat er farið fram í eini løgtingsnevnd, men nú noyðist hann at rætta nøkur ting.
- Sannleikin er, at átta av ellivu fólkum í nevndini vóru samd. Hini trý - Kári á Rógvi, Jenis av Rana og Høgni Hoydal - høvdu hvør sínar grundgevingar ikki at vera við. Men øll vistu, at seks av sjey tjóðveldisfólkum helst fóru at fylgja Høgna, tá atkvøðast skuldi í tinginum. Og vit vildu hava meirilutan so stóran sum gjørligt. Tí stóðu øll á høvdinum fyri at fáa Høgna við. Hetta hevði við sær endaleysar tingingar í nevndini, har Høgni kravdi, at ymist skuldi vera akkurát eftir hansara høvdi. Hesar tingingar vóru stundum næstan absurdar, tí Høgnasa krøv vóru so kryptisk, at tað vóru fleiri enn eg, ið høvdu ilt við at fylgja við. Til dømis máttu vit ikki áseta mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um Føroya fólk ger av at skipa Føroyar sum ein stat. Tí tað hevur Føroya fólk longu gjørt. Í 1946. Eg hevði eisini nógv samskifti við Høgna - bæði munnliga og skrivliga - har eg royndi at fáa hann við í semjuna. Men hann vildi ikki víkja frá sínum argumentum. Og eg vildi ikki geva meg undir tey, tí eg helt tey ikki hava nakað samband við veruleikan, skrivar Sjúrður Skaale í politiskari viðmerking.
- Men trupulleikin var ikki bara, at Høgni ikki vildi gera semju. Í vár fór hann eisini í víggj móti okkum átta, sum stóðu saman: Hann legði okkum alment undir at hava brotið eina semju, og at hava tillagað uppskotið sambært krøvum frá donsku stjórnini. Aftur og aftur málaði hann somu myndina: Átta hoyknaðu undir donskum trýsti, meðan ein - Høgni Hoydal! - stóð stinnur. Hetta var svartasta lygn, og tað órógvaði sjálvsagt arbeiðið í nevndini. Fleiri bóðu hann eisini halda uppat við tí. Men tað gjørdi ikki mun - hann endurtók lygnina upp í saman. Og týskvøldið sat sami maður so í sjónvarpsstovuni og segði sannførdur, at hann alla tíðina hevur "dyrkað ta breiðu semjuna" - meðan tað vóru onnur, sum vildu "forcerað eina ósemju fram"... Tað var altso heilt, heilt ótrúligt at hoyra.
- Mínar royndir av tí sum hendi siga, at eina breiða semju er tað einasta, sum leiðslan í Tjóðveldinum IKKI vil hava. Tað var orsøkin til, at eg fór úr flokkinum, skrivar Sjúrður Skaale, sum limaði seg inn í Javnaðarflokkin mánadagin.