Høgni Lisberg hevur júst lagt seinastu hond á nýggju plátu sína. Henda fjórða pláta Høgna eitur »CON MAN«, og er gjørd í samstarv við walisiska framleiðaran, James Thomas, sum Høgni eisini gjørdi seinastu plátuna, »Haré! Haré!«, saman við.
Fyrstu stakløgini eru »Who's Gonna Save You Now« og »Under Streetlights«.
Fyrra lagið, er eitt hartpumpandi lag, sum er ein víðarimenning av ljóðinum á seinastu plátuni.
Annað lagið, er melodiskt og sorgblítt, og minnir í sínum lagsmíði um tað, vit hoyrdu frá
Høgna á hansara fyrstu plátu, »Most Beautiful Things«.
Nýggja plátan, »CON MAN«, er júst farin til prentingar, og verður um hálvan juli givin út heima í Føroyum. Seinni í summar verður hon givin út online og í øðrum londum.
Høgni Lisberg spælir í ár á G! Festivalinum, við einum vælmannaðum bólki. Har verður høvið at hoyra bæði nýggj løg og løg, sum fólk kenna framanundan.