Tað verður húkaflotin, sum fær sviðan at kenna, um toskatilmælið hjá ICES verður fylgt. -Tað verður serliga húkaflotin, sum fer at kenna sviðan, um Løgtingið fylgir tilmælinum frá ICES og noktar toskaveiðu í føroyskum sjógvi næsta ár. Tað sigur formaðurin í felagnum Línuskip, Jóhannes Olsen, við Útvarpið.
Jóhannes Olsen sigur, at tey 25 stállínuskipini hava ongar møguleikar, sleppa tey ikki at fiska tosk.
Higartil í ár eru umleið 20 prosent av veiðini hjá línuskipunum toskur.