Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi, er vertur fyri vinnupolitiska tiltakinum í hølunum hjá Tjóðveldi í Niels Finsensgøtu 16 mikukvøldið 21. august kl. 19.00. Tiltakið snýr seg um at menna kunningartøkni sum vinnugrein, so hon røkkur 500 mió. kr. í útflutningsvirði í 2025.
Fleiri KT-fyritøkur halda til í húsinum, har Radiohandilin var, og ein teirra gjørdi ein 3-siffraðan millióna sáttmála við eitt altjóða reiðarí herfyri. Vit frætta um hetta og onnur frambrot á altjóða KT-marknaðinum.
Tveir veteranar í KT-vinnuni, Ólavur Ellefsen og Hans Blaasvær, geva boð uppá, hvat skal til fyri, at KT-vinnan kann økja útflutningsvirðið upp í hálva milliard, so kunningartøkni verður fjórða útflutningsvinnan aftrat fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
SKRÁ
19.00: Magni Arge bjóðar vælkomin og greiðir frá vinnupolitiskum perspektivum
- Ólavur Ellefsen: Globe Tracker - størsta KT-gjøgnumbrotið í útflutningi
- Gannet-skipanin - ment i Føroyum og seld um allan heim - Hans Blaasvær. Masterútbúgving og praktiskar royndir gera munin
- Kjak: Kann KT-vinnan gerast fjórða útflutningsvinnan við hálvari milliard í virði?
19.25: Tikið verður samanum
https://www.facebook.com/events/522706265220293/