Hármix mitt á Tvøroyri

Mánadagin letur nýggj fríðkannarstova upp í miðbýnum á Tvøroyri


Í hesum døgum rokast tær dúgliga í einum hølum í miðbýnum á Tvøroyri, og mánadagin er ætlandi klárt at lata upp.

Tað er Katrina Borgardal, ið eigur nýggju fríðkannarstovuna á Tvøroyri, ið fær navnið Hármix. Katrina er hárfríðkannarkvinna og tað er Sonja Jensen eisini, og hon fer eisini at arbeiða í Hármix.

Umframt tær báðar, fer Svanna Petersen, ið er make-up artist, eisini at arbeiða í Hármix, og hon fer at taka sær av húð- og kropsrøkt.

Í Hármix fara tær at nýta og selja náttúruvinarligar vørur. Tær fara at nýta merkið Organic, ið er 97% náttúruvøra. Tær fara at selja merkið RUSK – Street Atitude, ið eisini er sera náttúruvinarlig vøra, og har fæst Shampoo, gele og mangt annað.

Umboðið fyri Organic, Malan, kemur at arbeiða í Hármix fyrstu dagarnar, og fer annars at vitja javnan.

Tær báðar Katrina og Sonja er royndar innan hárfríðkan og hava mong ár á baki í fakinum.

Opið verður gerandisdagar frá klokkan 9 til 17:30 og leygardagar eftir avtalu.