Hýsa undantikin uppboðssølukravi

Í yvirlýsing í gjár mótmæla feløgini í Samtaki, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at strika kravið um, at óvirkaður fiskur skal um føroyska uppboðssølu.

Feløgini í Samtaki eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Fiskimannafelag.

Samtak sigur, at tað verður ein ólukka fyri arbeiðsfólkið á landi og føroyska sjómannin, um hetta krav verður strikað, og tey krevja, at fiskurin skal umvegis uppboðssølu og virkast í Føroyum.

Líkt er til, at tað eru mong, sum ikki vita ítøkiliga, hvussu kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 ljóðar. Hetta er kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast er broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. september 2012.

Í stuttum kann sigast, at kravið um, at fiskur, sum verður seldur óvirkaður av landinum, skal um uppboðssølu í Føroyum fyrst, er ikki galdandi fyri fiskasløgini, kalva, hávasløg, skøtusløg, stinglaks, langasporl og blálongu.

Tað, sum ivaleyst enn færri vita, er, at uppboðssølukravið fyri óvirkaðan fisk av landinum heldur ikki er galdandi fyri hýsu, sum soleiðis longu er undantikin kravinum fram til 1. september 2013.

Hýsa hevur havt serliga lágan prís á Fiskamarknaði Føroya seinastu tíðina, men sambært nevndu kunngerð er tað ikki eitt uppboðssølukrav, sum her hevur lagt fótonglar fyri, at hýsan kann fáa ein betri prís, tá sloppið verður undan uppboðssøluliðnum.

Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, váttar, at hýsa, soleiðis sum her er ført fram, er undantikin kravinum um uppboðssølu - fyribils fram til nevndu dagfesting.