Saman við lítlu didduni situr hon við køksborðið undir loftsvindeyganum og blaðar í einari tjúkkari pappírsrúgvu. Ovast liggur ein stevning, og higartil síðsta kapitlið í ræðusøguni um húsakeypið hjá Unn og Rógva.
- Eg skilji bara yvirhøvur ikki, hvussu tað kundi koma so vítt. Vit hava sitið føst í hesum húsakeypinum síðani september í 2006, og nú eru vit í januar 2008, sigur 32 ára gamla Unn Paturson, sum er sett at eiga um eina viku ella so.
Hóast hon og maðurin 38 ára gamli Rógvi á Rógvi á pappírinum eru húsaeigarar, so búgva tey enn í lítlu loftsíbúðini hjá foreldrum hennara. Har hava tey nú í meiri enn eitt ár sitið og spurt seg sjálvi, hvussu tey so dyggiliga kundu blíva bóndafangað í einari skipan, har húsakeyparar onga trygd hava, meklaravirkini onga ábyrgd og seljarar ongan moral.
Samstundis standa húsini enn og spøkja úti í Vesturbýnum í Havn: Bølamyrk, dýggjvát og ísakøld, full av aspesti og fýri, ógjørlig at búgva í - seld teimum fyri 2 milliónir krónur.
- Vit siga ikki, at øll meklaravirki eru líka óálítandi sum hetta. Vit siga heldur ikki, at allir seljarar eru líka ágangandi sum hesir. Og vit siga heldur ikki at øll hús, ið eru bygt beint aftaná kríggið eru full í aspest. Men hetta er fyrstu ferð vit keypa hús, og tey fýra árini, vit hava leitað eftir onkrum at búgva í, er húsaprísurin hækkaður umleið eina millión. Og vit hava kent okkum alt meira desperat, greiðir Unn Paturson frá. Og hon nevnir eitt nú, hvussu tað kendist, tá hon var millum onnur, og fólk sótu og prátaðu um støðuna á húsamarknaðinum.
- Tað skar í hjartað, tá fólk sótu og reypaðu av, at tey høvdu keypt hús fyri 400.000 krónur undir kreppuni, sum nú vóru 2,5 milliónir verd. Og har sat eg og panikkaði og føldi tað, sum vóru vit komin ov seint til lívið, og at tað bara vóru vit í øllum landinum, sum vóru í hesari støðuni, sigur Unn og vísir stevningina uppá 250.000 kr. frá teimum báðum monnunum, sum seldu teimum aspest-húsini.
Men hvussu kundi tað koma so vítt?
Vit mugu aftur til summarið 2006, tá Unn Paturson og Rógvi á Rógvi, sangarinna/bókavørður og trummuspælari/lærari, settu sær fyri at finna eitt reiður til lítlu familjuna at búleikast í. Og áðrenn Unn fer undir drúgvu frágreiðingina, leiðir hon dóttrina Eyð Lín inn í lítlu loftsstovuna at hyggja í sjónvarp.
Lygnin
Áhugin fyri húsunum verður kveiktur av einari lýsing á heimasíðuni hjá meklaravirkinum Húsamekling á sumri í 2006: Hús í Havn í tveimum hæddum frá umleið 1945. Grundstykkið 500 fermetrar. Verða seld, um nøktandi boð verður givið.
Longu fáar dagar seinni vísir eitt umboð fyri meklaravirkið teimum runt í húsinum. Av tí, at ongin støðulýsing er, seta tey eina rúgvu av spurningum.
- Vit hava tá hugt eftir fleiri húsum, og ongantíð hevur borið til at fáa eina óhefta støðulýsing. Marknaðurin er jú soleiðis innrættaður, at húsini verða seld óansæð, sigur Unn, og hon greiðir frá, at tey millum annað spyrja umboðið fyri meklaravirkið, hvørjum tilfari húsini eru av, og um aspest er í teimum.
- Og hann svarar, at tey eru úr sement og at veggirnir ikki eru tær eldfimu “bleytu” pláturnar, sum hann tekur til, sigur Unn.
Sæð í bakspeglinum er tað longu her, gølan tekur skap, tí, sum hon sigur:
- Eg haldi veruliga ikki, vit vóru meira naiv enn onnur fólk. Vit ganga út frá at meklarin er kompetentur og hevur sett seg eitt sindur inn í, hvørja vøru hann selir. Nú dugi eg væl at síggja, at tað alla tíðina bara hevur snúð seg um at fáa lortið selt, sigur Unn. Og hon heldur, at tey hava ikki verið býttari enn aðrir keyparar, tí, sum hon sigur, í flestu førum er alt í lagi. Men tað er bara ikki nóg mikið, tá alt ikki er í lagi. Tá eru vit brúkarar prísgivnir.
- Mann gongur líkasum útfrá, at ein, sum slær seg niður sum húsameklari, eisini hevur ávísar førleikar og ein ávísan fakligan stoltleika, og at tey upplýsa rætt um vøruna, tey selja.
Fleiri lygnir
Eini 5-6 fólk leiga kømur í húsinum. Tí er beinanvegin greitt, at nakað av arbeiði skal til, áðrenn tey verða búgvandi í. Tríggir veggir mugu takast burtur, annar so tey fáa eina stovu. Køkurin er gamal og slitin og má, eins og baðiverilsið, skiftast út.
- Men okkum dáma væl húsini, halda tey vera sjarmerandi. Og so hóska tey væl til okkara tørv, millum annað tí har er ein tilbygningur, sum vit kunnu innrætta til tónleikahøli, greiðir Unn frá.
Tvær ferðir vitja tey húsini saman við umboði frá meklaravirkinum, og tá verður eisini greitt frá, at nakrar serligar umstøður eru í mun til matrikuleringina av stykkinum. At seljararnir, sum hava keypt ognina við víðarisølu fyri eyga, ætla at sundurmatrikulera stykkið í trý, so teir kunnu selja tvey grundstykkir við vinningi, umframt húsini við stykkinum á til Unn og Rógva. Tey spyrja meklaran, um teirra grundøkið so framvegis verður 500 fermetrar, sum upplýst í sølutilfarinum. Hesum játtar meklarin, sum tó leggur afturat, at alt stykkið líka skal matrikulerast liðugt, so skapið verður kanska eitt lítið sindur øðrvísi.
Um hetta mundið verður eisini upplýst, at seljararnir ynskja 1,9 milliónir fyri húsini.
Bakka út
Onki boð er komið uppá húsini, sum longu hava staðið leingi til sølu. So Unn og Rógvi leggja fyri við at bjóða 1,6 milliónir kr. Hesum taka seljarnir tó ikki av, tí tað er ov lítið. Teir vilja hava 1,9 millión. Tey meta nú, at umvælingarnar fara at kosta einar 200.000 kr., bjóða tí 1,9 millión, sum seljarin vil hava. Tvær vikur ganga, og boðið gongur út. Onki annað boð er komið. So Unn og Rógvi vænta sær játtandi svar. Men enn einaferð er svarið noktandi. Seljarnir taka ikki av boðnum. Hetta er fyrst í september 2006. Meklarin sigur nú, at bjóða tey 2,1 milliónir kr., so fáa tey húsini – heilt sikkurt.
- Hetta ganga vit ikki við til. Kenna okkum hildin fyri gjøldur, tí ongin annar hevði jú bjóðað uppá húsini, sum hava staðið á sølulistanum so leingi. So vit gera av at droppa tað, greiðir Unn frá.
Venda við aftur
Húsaprísirnir eru um hetta mundið støðugt vaksandi um alt landið, serliga í Havnini, har teir síggja út til at hækka fyri hvønn dag.
- Eftir at hava hugt og bjóðað upp á hús og grundøkir í miðstaðarøkinum í meira enn trý ár, kenna vit okkum rættiliga desperat eftir at fáa eini hús, sigur Unn.
Aftaná eina tíð er enn onki nýtt boð komið upp á húsini.
- Vit síggja nú hetta sum okkara einasta møguleika at fáa nakað at búgva í í Havn, og velja tí at geva okkara seinasta boð upp á húsini: 2 milliónir. Hetta er tað, vit kunnu klára av lánsútreiðslum um mánaðin.
Vit eru enn í september 2006, og umvegis meklaran taka seljararnir nú av.
- Okkara fyrsti spurningur er sjálvandi, nær vit sleppa inn. Og meklarin svarar, at tá ið grundøkið er liðugt matrikulerað um einar tríggjar vikur.
Fyrireika flyting
Leigarar eru enn í húsinum, og skulu út áðrenn Unn og Rógvi sleppa inn. Men meklarin spyr nú vegna seljaran, um hesin kann halda fram við at leiga út fram til jóla og sjálvur fáa leiguinntøkurnar. Hetta góðtaka Unn og Rógvi, og saman við tríára gomlu Eyð Lín, fara tey undir fyrireikingarnar, at flyta inn í egin hús, eftir fimm ár heima hjá foreldrunum.
Eitt fyribilskeyti verður undirskrivað, tí matrikuleringin av grundstykkinum er ikki liðug, og málið er enn til viðgerðar á matrikulstovuni og hjá kommununi.
- Vit vildu sleppa inn at gera nakrar broytingar, sum vit ætlaðu okkum. Men hetta bar ikki til, tí matrikuleringin var ikki liðug, sigur Unn.
Hvørja ferð tey tosa við meklararnar, eru boðini, at tað verður klárt um eina viku. Og tey ringja eina ferð um vikuna at frætta, men hvørja ferð eru boðini, at endaliga skeytið verður klárt at skriva undir í næstu viku. Ikki eina ferð ringir meklaravirkið aftur, hóast tey hvørja ferð lova, at tey skulu ringja aftur.
- Vit hildu nú, at tað heila tykist rættiliga óprofessionellt og óálítandi. Men vit bitu alt í okkum, tí um vit hildu út, endaði tað helst gott tað heila. Kanska fóru vit at sleppa inn til jóla..
Váti veturin
Desember 2006: Tríggir mánaðir eru lidnir síðani fyribilsskeytið varð undirskrivað. Leigararnir flyta út, og ein oljumaður ringir og spyr, um hann skal fylla olju á tangan. Annar av seljarunum hevur upplýst honum, at Unn og Rógvi nú eru eigarar av húsunum. Men tey svara honum sum er, at tey eiga ikki húsini - hava hvørki lykil ella atgongd til tey. Onki er klárt enn, hvørki matrikulering, tinglýsing, skeytið ella gjald.
- Vit ganga ofta framvið húsunum, sum standa myrk og tóm. Tað sker í hjartað at síggja tað regna nærum óavbrotið hesar 4-5 mánaðirnar húsini standa køld.
Ummatrikuleringin verður ikki góðtikin í býráðnum, tí eitt av teimum trimum stykkunum lýkur ikki krøvini.
- Vit ganga í støðugum ótta fyri, um vit nú fáa húsini ella ikki. Hvat nú um fyribilsskeytið gongur út, og seljararnir knappliga fáa eitt betri tilboð? hugleiðir Unn.
So hvørt sum tíðin líðir, sær alt púra vónleyst út, og tey umhugsa fleiri ferðir at sleppa sær burtur úr hesum, tí tað gongur alt ov long tíð.
- Hetta var ómetaliga særandi, tí vit høvdu skrivað undir eitt fyribilsskeyti, sum gav okkum forkeypsrætt upp á húsini. Og vit vóru nakað so spent at fara undir at innrætta okkara egna heim. Føldu at vit áttu tað, men kendu okkum máttleys, tí vit sluppu ikki inn.
--
Mars 2007: Kommunan góðkennir ummatrikuleringina, og húsini fáa nýtt matrikulnummar. Hetta eru 7 mánaðir eftir, at fyribilsskeytið er undirskrivað. Hini bæði stykkini eru nú 500 fermetrar í part, meðan tað hjá Unn og Rógva er minkað niður í 432 fermetrar. Unn spyr meklaran, um tey kunnu fáa endurgjald fyri at hava mist nærum 70 fermetrar av teimum 500 fermetrunum, sum virkið lýsti við upprunaliga, umframt at bíðitíðin hevur verið so long.
- Svarið frá meklaranum er, at ein annar keypari er áhugaður. So um vit eru ónøgd, kunnu vit bara hoppa frá. Men nú hava vit bíðað í meiri enn 7 mánaðar og orka ikki longur. So vit góðtaka, at stykkið minkar við 70 fermetrum, uttan endurgjald.
--
Apríl 2007: Unn og Rógvi skriva undir endaliga skeytið og fáa lyklarnar til húsini. Dreymurin er um at gerast veruleiki, men tey vakna upp til eina marru!!
Eru húsaeigarar
Unn og Rógvi standa nú sum eigarar av húsinum í Vesturbýnum. Prísur: 2 milliónir krónur.
Stykkið, sum upprunaliga varð lýst at vera 500 fermetrar er minkað niður í 432 fermetrar. Men kortini fáa Unn og Rógvi hvørki endurgjald fyri hetta ella fyri drúgvu bíðitíðina.
Sjey mánaðir eru gingnir frá tí, at tey undirskrivaðu fyribilsskeytið, til tey nú standa við lyklunum í hondini.
- Tá ið vit endliga fáa lyklarnar til húsini og koma inn, eru tey køld og vát. Og nú luktar eisini av fukti. Tað vísir seg, at tveir lekar eru í takinum, sigur hon.
--
Tað hevur regnað nærum óavbrotið síðstu 4 mánaðirnar, og tveir stórir vatnskaðar eru í húsunum, sum hava staðið køld allan veturin. So tað fyrsta tey gera, er at fylla oljutangan.
Hiti kemur spakuliga í húsini, og tey fara undir arbeiðið.
Fyrst taka tey tveir veggir niður.
Síðani fylla tey eina heila bingju av skrambli úr húsunum.
Tá tey skræða eitt skáp niður undir trappuni í gongini, so hon verður størri og ljósari, varnast ein vinmaður sum hjálpir til, eitthvørt løgið. Tilfarið minnir um aspest.
Um somu tíð koma tey eisini fram á svamp á ovasta lofti. Hesin hevur breitt seg innanfyri tapetið og niður eftir kaminuni, sum gongur niður ígjøgnum húsið og niður í køkin.
Tey halda fram við at ríva køk og baðiverilsi niður.
Nógv tapet í gongini er vátt og dettur líkasum av sjálvt.
Um sama mundi ringir ein granni til Rógva, at fortelja honum, at fyri at koma inn við bili á teirra stykki, mugu tey koyra gjøgnum stykkið hjá einum granna.
- So nú høvdu vit heldur onga innkoyring. Og hetta høvdu vit heldur onki fingið at vita um, sigur Unn.
Aspest allastaðni
Fyri at finna lekan í takinum, ríva tey tapetið niður í gongini, har sum vátt er.
- Meðan vit arbeiða, koma vit fram á, at veggirnir í køkinum líkjast aspest-skápinum, sum varð rivið niður undir trappuni. So eg taki eitt petti av hesum skápinum við oman til Valdemar Lutzen, har tey vátta, at talan er um aspest, sigur Unn.
Hjá Valdemar Lutzen fáa tey eisini at vita, at aspest var púra vanligt tilfar eftir kríggið, tí tað var so ringt at fáa fatur á øðrum tilfari tá.
Og tey fáa sum ein frammaná, tá tey uppdaga, at aspest er brúkt um øll húsini innan. Til veggirnar í neðra og í erva, loftið í gongini og uppiá, til isolering undir takinum, í køkinum og í skápinum undir trappuni.
- Her missa vit púra mótið og steðga arbeiðinum. At fjerna alt aspestið er næstan sum at ríva øll húsini niður, eftirsum aspestið er ein so umfatandi partur av húsinum. Aftaná at hava lisið um vandan við aspest, hava vit ikki hug til sjálvi at fara undir hetta arbeiðið, greiðir Unn frá.
Á heimasíðuni hjá Arbejdstilsynet lesa tey, at bert serfrøðingar kunnu taka aspest niður, og at burturkastið skal handfarast á ein serligan hátt - millum annað skal tað vætast, tyrvast og gravast niður. Harumframt er torført at fáa nakran at átaka sær slíkt arbeiði, tí tað er bæði trupult, vandamikið og - ikki minst – heilsuskaðiligt.
- Vit lesa, at stórur vandi er við at anda í seg aspeststøv. Og vit hugsa tá serliga um trý ára gomlu dóttrina, sum hevur verið í húsinum, aftaná at vit hava rivið skáp og annað niður. Vit eru í villareiði og vita ikki okkara livandi ráð. Hetta eru bert nakrir fáar dagar eftir, at vit hava undirskrivað endaliga skeytið. So vinfólk vísa okkum til Rættarhjálpina, sigur Unn.
Sama dag ringja tey til bankan og greiða frá støðuni, og at tey vilja lata handilin ganga aftur. Tey biðja bankan um ikki at flyta tær 2 milliónirnar til seljaran. Bankaráðgevin fortelur teimum tá, at húsameklarin hevur ringt til bankan fleiri ferðir, og rykt eftir pengunum. Men ráðgevin hevur biðið meklaran geva tol, tí peningurin verður fluttur, so skjótt sum húsini eru tinglýst. Og bankin steðgar flytingini av teimum 2 milliónunum.
Verða bóndafangað
Men fáar dagar seinni er ognin kortini tinglýst í nøvnunum hjá Unn og Rógva. Tey standa nú sum eigarar av einum húsum, sum tey hvørki vilja eiga ella gjalda fyri.
- Vit skilja púrt onki, tí vit hava hvørki biðið um, skriva undir ella goldið fyri nakra tinglýsing, sum kostar 10.200 kr.
Rógvi ringir nú til tinglýsingina, har upplýst verður, at meklarin sjálvur hevur verið inni á gólvinum og goldið tinglýsingina!
- Hetta skilja vit yvirhøvir ikki. Hví hevur meklarin - stikk ímóti vanligari siðvenju - úr egnum lumma goldið fyri okkara tinglýsing, uttan at spyrja okkum fyrst?
Um hetta mundi ringir meklarin aftur til Unn at spyrja, hví peningurin ikki er fluttur enn, nú tinglýst er.
Ógilda søluna
Í Rættarhjálpini eru boðini greið: Tey hava rætt til at ganga frá keypinum, tí har eru so stórir manglar. Í skrivi sigur Rættarhjálpin, at talan er um vanliga culpaábyrgd, og er tað tískil nóg mikið, at seljari átti at vitað, at brek var við ognini. Rættarhjálpin metir, at seljarin als ikki hevur hildið sína upplýsingarskyldu. Henda upplýsingarskylda vigar væl meira enn caveat emptor-skyldan (kanningarskyldan, red.) hjá keypara. Í brævinum til meklaran og seljararnar verður eisini boðað frá, at sølan verður ógildað. Og tey ugga seg við, at keypspeningurin á 2 milliónir er ikki goldin enn.
Í fysta umfari vísir Maklarin aftur at hava fingið nakað bræv frá Rættarhjálpini, har sølan verður ógildað.
- Hann sigur, at tey vistu ikki av, at húsini vóru full í aspesti, og at tað var da keðiligt fyri okkum. Men, at vit nú, í kraft av tinglýsingini, eru eigarir av ognini. Meklaravirkið sigur frá sær alla ábyrgdina av hesum, og vit verða biðin um at gera so væl at rinda keypspeningin beinanvegin, greiðir Unn frá.
Seinni játtar meklarin at hava fingið brævið frá Rættarhjálpini, men frásigur sær framvegis alla ábyrgd og vil ikki ganga ógildingini á møti.
Tey fáa sær nú ein advokat.
- Meklarin heldur fast um, at hann onga ábyrgd hevur, tí hann visti av ongum. Hann sigur tó, at málið er vorðið eitt sindur »betent« fyri tey, og at tað er øgiliga keðiligt fyri teirra umdømi, nú tá ið vit bara soleiðis trekkja okkum aftur úr keypinum. Og ein frá meklaravirkinum spyr, hvussu kunnu vit gera hetta ímóti teimum, sigur Unn.
Sølan er bindandi
Meklafyritøkan heldur fram við at rykkja eftir keypspeninginum, og alt samskiftið gongur nú umvegis advokatin hjá Unn og Rógva beinleiðis til seljararnar, nú meklarin hevur sagt frá sær alla ábyrgd.
- Seljarnir vilja tó ikki ganga við til at ógilda keypsavtaluna, sum eftir teirra meting er bindandi. Teir biðja okkum umgangandi um at gjalda fyri húsini. Men hetta vilja vit ikki, tí vit hava slettis ikki hug nakran tíð aftur í lívinum at fara inn í hasa aspest-buluna, og hatta var ikki tað húsið, vit keyptu frá fyrstani tíð av, staðfestir Unn.
Seljarnir siga seg heldur ikki hava vitað, at aspest var í ognini. Og teir siga við Unn og Rógva, at tey hava havt fleiri mánaðir at kanna húsini væl og virðiliga, og at tað er teirra egni feilur, at tey ikki hava vitað um hesi aspestviðurskifti. Hetta, hóast tey ikki hava havt atgongd til húsini, meðan ummatrikuleringin er farin fram. Samstundis, sum húsini hava staðið og tikið skaða.
Fýrur staðfestur
Eitt uttanrættarligt sýn verður gjørt fyri at fáa staðfest, um tilfarið er aspest. Hetta verður váttað, og sýnsmaðurin finnur samstundis útav, at fýrur er í húsinum.
Sostatt er aspest brúkt sum byggiplátur og bjálving í øllum húsinum, sum eisini eru fongd við fýri. Og eftir at eigararnir lótu tey standa køld í fleiri mánaðir áðrenn eigaraskiftið, er vatnskaði og svampur eisini á ognini.
Men hetta ger eftir øllum at døma ongan mun, tí tað, sum seljararnir savna seg um, er at vita, hvat tað kostar at byggja køkin, baðiverilsið, teir niðurrivnu veggirnar og aspestskápið í gongini uppaftur, og vilja hava Unn og Rógva at gjalda hetta.
Sýnsmaðurin metir, at tað fer at kosta 136.000 kr. at byggja uppaftur – við ella uttan aspest.
Tríggjar royndir úr húsinum úr sovikamari, lofti og gangi verða sendir niður til Teknologiskt Institut til kanningar. Royndirnar koma aftur, og vísa at aspest er í øllum royndunum.
Seljarnir senda teimum nú eitt tilboð um avsláttur uppá 250.000 kr.
- Um vit ikki taka av hesum tilboðnum innan 14 dagar, skulu vit gera so væl at gjalda tað upprunaligu keypsupphæddina uppá 2 milliónir til teirra beinanvegin, sigur Unn. Men tað gera tey sjálvsagt ikki.
Verða stevnd
Seljararnir ætla sær nú at royna at selja húsini til onnur fólk, og hava stevnt Unn og Rógva fyri 250.000 kr., fyri tapið teir koma at líða, av tí tey hava skrætt niður innandura.
- Tá ið vit spyrja í bankanum, um vit kunnu bjóða upp á eini onnur hús, er svarið noktandi. Bankin vil ikki læna okkum pening, fyrr enn hetta málið er loyst. Nú er tað skjótt hálvtannað ár síðan, vit byrjaðu at bjóða uppá húsini. Síðsta ár vónaðu vit, at sleppa inn áðrenn jól. Nú vóna vit at sleppa burturúr hesari marruni áðrenn næstu jól, sigur Unn.
Ávara onnur
Spurd, hví tey velja at fara í miðlarnar við málinum, greiðir Unn frá, at hon heldur tað vera neyðugt at ávara onnur, og at upplýsa um, hvussu illa staddir keyparar eru.
- Onkustaðni haldi eg tað er forbiðið synd í okkum, tí vit kenna okkum virkuliga reyvrend, sigur Unn og flennir, men verður beinanvegin álvarsom aftur, tá hon heldur fram, at ongin ynskir at standa alment framm sum offur.
- Men hendan søgan, ella gysarin, má forteljast, tí hetta er so langt úti, at tað bara má ávarast harðliga. Vit eru komin so illa fyri av hesum, at vit kunnu onki missa við at fara í Sosialin, sigur hon, og skoytir ilsliga uppí, at í prinsippinum kundi hetta verið ein og hvør meklari og ein og hvør seljari.
- Ein og hvør húsakeypari í Føroyum kann koma út fyri hesum. Tí her eru ov fáar lógir á økinum, keyparin hevur onga trygd, og meklarin – óansæð hvussu álítandi hann tykiskt – hevur eftir øllum at døma onga ábyrgd fyri keyparanum, og kann ikki heftast fyri nakað, sum hann hevur sagt ella gjørt móti keyparanum, sigur hon. Og hon vísir í hesum sambandi á, at í endaliga skeytinum stendur, at bæði seljarar og keyparar skulu gjalda meklaranum hvør sítt prosent av søluprísinum á 2 milliónir kr. umframt mvg.
- Tá sigur meklarin eisini, at hann umboðar báðar partar.
Droymi um ein bakaraovn
Unn lyftir lítlu Eyð Lín upp á fangið, og hóast har er trongt, nú búkurin stendur á tambi, er mamman góð at verma seg hjá. Meðan vit hava prátað, hevur Eyð Lín malið runt á gráa linoliumsgólvinum í hvítum dansikjóla, undirtroyggju og berum bibbum, millum køkin, kamarið og stovuna í lítlu loftsíbúðini. Inni í stovuni er ein krókur innrættaður til kontór, ein annar til leikurnar, ein triði til sjónvarpið og tann fjórði til spísiborðið. Og inni í kvistkamarinum fylla fýra sengur alt gólvið: Hjúnasongin í miðjuni við tremmusong og vøggu hvørju megin við. Og í horninum stendur ein brúsikabina úr plasti.
- Tað, sum eg droymi um, er eitt ordiligt baðiverilsi, eina stovu og ein køk. Eitt stað til vaskimaskinuna og ein bakarovn. Og so eitt sindur betri pláss, nú vit fáa næsta barnið, sigur Unn og lítur hugsanarsom út gjøgnum vindeyga, áðrenn hon skeinkir sær enn ein kopp av kaffi.