Seinastu tíðina er eftirspurningurin eftir sethúsum í høvuðsstaðnum vorðin so stórur, at prísirnir nú eru á hædd við tað, ið teir vóru áðrenn fíggjarkreppuna í 2008. Tað upplýsir Kára á Dunga, stjóri í ognar- og húsameklaravirkinum INNI fyri in.fo.
- Meðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum er nú 2,5 milliónir krónur. Tað er tað sama, ið hann var, tá hann var hægstur í 3. ársfjórðingi í 2007, upplýsir Kára á Dunga.
Tað er tó ikki bara sethús, ið eru vorðin dýr seinastu árini.
- Íbúðir og raðhús eru ikki við í hagtølunum hjá Eik, men eisini her er talan um ein stóran vøkstur í søluprísinum. Hetta síggja vit í okkara innanhýsis hagtølum. Talan er um bæði tilkomin fólk, ið ynskja at flyta í minni heim, sum krevur minni viðlíkahald, og nýggjar familjur, ið leita eftir onkrum, ið er eitt sindur minni enn eini sethús. Sum heild flyta fólk seg skjótari nú, alt eftir tørvinum, sigur Kára á Dunga.
Innum ringvegin
Stóri eftirspurningurin eftir bústøðum í høvuðsstaðnum sæst aftur allastaðni í býnum, upplýsir stjórin í INNI.
- Fyri tveimum árum síðan var rákið, at fólk keyptu bústað uttanfyri ringvegin. Men nú vilja fólk sleppa inn aftur í býin. Harumframt er áhugin vaksin fyri Norðasta Horni, nú nýggju skúlarnir verða bygdir nærhendis, umframt at fólk aftur hava fingið áhuga fyri Velbastað. Eftirspurningurin er somuleiðis stórur í Hoyvík og á Argjum, sigur Kára á Dunga.
Í INNI merkja tey eisini, at undirsjóvartunnilin til Eysturoynna ávirkar prísin.
- Sum heild er eisini størri áhugi fyri húsum á Skálafjørðinum nú, enn tað hevur verið áður. Eysturoyartunnilin er helst ein orsøk, metir Kára á Dunga.
Keypa heldur enn byggja
Kára á Dunga metir, at høvuðsorsøkirnar til at húsaprísirnir eru so høgir í løtuni eru, at eftirspurningurin er størri enn útboðið, og at rentan er lág.
- Vit uppliva eisini, at fólk sleppa sær av við síni grundstykkir og keypa heldur eini hús, tí tað er í nógvum førum bíligari at keypa enn at byggja, sigur Kára á Dunga.
Eftirspurningurin er serliga stórur eftir smærri bústøðum.
- Tað er stórur eftirspurningur í Føroyum eftir minni bústøðum sum raðhúsum og íbúðum, og hetta sæst eisini aftur í miðalprísinum. Tað vísir seg, at miðalprísurin fyri hvønn kvadratmetur er hægri, jú minni bústaðurin er, sigur Kára á Dunga, stjóri í INNI.