Háskúlin livir í dag, - 100 ár seinni - við sítt fríska lív

Hundrað ár eru oldingaár, viðhvørt eisini tá talan er um hugsjónir, men hetta - at búgva út ungdóm til sjálvstøðugt hugsandi og frælslynt menniskju - er hugsjón, sum verður verðandi ung, segði Guðrun Gaard m. a. í røðu síni á fólkafundinum í Føgrulíð

Í hesum ári eru hundrað ár liðin, síðani skúli, sum einki minni var enn kollveltandi fyri skúlaskap og fólkahugsan í Føroyum, fyrstu ferð lat upp sínar dyr fyri føroyskum ungdómi.

Hyggja vit at háskúlarørsluni í størri europeiskum høpi, er hon úrslit av teirri fólkaræðisligu rørsluni, sum, eftir at einaveldistíðin var av, setti spurnartekin við stættarskipanina og gudagivna valdinum hjá fáum einstaklingum.

Í Føroyum var háskúlin úrslit av tjóðskaparligu vekingini, sum tá hevði um fjórðingsøld á baki, men ikki minni var hann fruktin av seiggi og sterka vilja teirra monnum og konum, sum átóku sær arbeiðið at gera tær vøkru hugsjónirnar til veruleika.

Ymiskt varð sagt og skrivað um hetta mál undan hesum. Afturhaldsvongurin í kjakinum sá trøll í tí sum var í umbúna, men viðhald og ynski um at fáa føroyskan skúla smæddu seg als ikki burtur.

Vit síggja dømini um áhugan fyri málinum, tá vit hyggja í bløðini frá teirri tíðini, Dimmalætting og Føroyingatíðindi. Eg havi kortini hug til fyrst at venda mær til eina aðra keldu - eitt bræv.

Eitt kvøldið í oktober 1897 situr soleiðis bóndakonan við Kirkjar í Miðvági og skrivar soninum bræv. Hann hevur tá verið burturi í seks ár og hevur júst sagt foreldrum sínum frá ætlanum um at stovna háskúla í Føroyum. Mamman hevur, sum verða man, hugsað nógv um hetta, sum hevur við sær, at sonurin má verða burturi eitt ár afturat, og harumfamt ger tað honum framtíðina heldur óvissa. Hon sigur í brævinum soleiðis við hann um hesar stóru ætlanir:


..... jeg har hørt lidt i Dimmalætting om højskolen, en vil ligesom bagtale, en anden vil forsvare og han forklarer saa, hvad der læres der, og jeg synes godt om, hvad han der skriver. Det er godt at lære sig selv og sin Gud at kende og få øjet op for hvad der er kønt?...


Við hesum fáu gløggu orðum samanfatar Ada Rasmussen, mamma Rasmussar Rasmussen tað, sum er mest týðandi í sjálvari tí hugmyndafrøðiligu grundhugsan, sum háskúlin og háskúlarørslan øll byggir á. At læra sjálvan seg at kenna sum einstakling og sum lut í tí heildini sum hvør menniskja livir í, var tað, sum lá í allari frálæruni, sum háskúlin bæði her og í grannalondunum gav næmingum sínum. Søgan, trúarlæran, heimsspekin, alisfrøðin, náttúrulæran og seinast, men sanniliga ikki minst, málið og bókmentirnar, allar hesar lærugreinir høvdu fyrst og fremst eitt og sama enda-mál at vekja medvit um støðu og samleika næminganna í tilveruni allari.

At lata eygu upp fyri tí, sum er vakurt, er beinleiðis eitt annað endamál í frálæruni. At læra tey ungu, at lívið er annað enn matstrev, og at andin doyr uttan andaliga føði, sum kroppurin eisini ger tað uttan holdsliga føði. Á háskúlanum vórðu eygu latin upp fyri vakurleikanum í málinum, í kærleikanum til landið og náttúruna og fyri ríkidøminum, sum er í bókmentum og list.

Varhugin av øllum hesum liggur longu í tí, sum bóndakonan við Kirkjar skrivar í brævi sínum hetta heystarkvøld í 1897, og tí vælsignar hon uttan at himprast sonin og heldur honum til at fara undir verkið.

Teir báðir Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði løgdu nógv fyri og lótu sjálvir alt sítt, tá ið teir fóru undir at gera háskúlahugsjónina til veruleika í Føroyum. Mong eru dømini, bæði í munnligari frásøgn og í skrivaðum keldum, um teir meinbogar og tey sera tepru fíggjarligu kor, sum teir máttu stríðast við. Talan var viðhvørt heilt bókstaviliga um, at tey ungu fingu mentan fyri breyð. Eitt heldur sorgskemtiligt dømi um hetta er at finna í brævi, sum Rasmus skrivar norður til Símun, sum tá er staddur á Skarði, stutt eftir at skúlin er fluttur til Havnar. Hann sigur soleiðis um viðurskiftini:


....?tey dagligu húsforholdini eru nakað sum tey vóru har norðuri í ringasta skili, matlagið er bedrøviligt, allir dreingirnir vóru sum rullupylsur tá ið teir komu, nú eru teir sum vindgosnir barkakýlar?......


Vit síggja soleiðis, at tað at halda lívið í skúlanum, var hart stríð. Skúlin hevði tann mótburð, sum afturhaldssemi í føroyska samfelagnum tá beyð honum, men skilligt er eisini, at hann hevði vinir, sum løgdu nógv fyri til tess at hjálpa honum. Skyldfólk og vinir skúlans hava sent í heilum epli, kjøt, fisk, ull og vaðmal - og pengar, tá tað bar teimum til.

Tað er sjálvsøgd hugsan, at størsti týdningur skúlans var, at hann var føroyskur skúli - hin fyrsti skúlin í Føroyum, har móðurmálið var viðurkent og virt. Hetta var samstundis eisini orsøkin til ta mótstøðu, sum skúlin hevði, og stríð Rasmussar og Símunar at lívbjarga skúlanum var tí eisini eitt politiskt stríð, sum hevði ta avleiðing, at teir báðir, í ymiskum skiftum vóru nógv uppi í politiskum arbeiði á sjálvstyrisvongi.

Tann týdningurin, sum Føroya Fólkaháskúli hevur havt fyri Føroyar og føroyska samfelagið alt, kann valla yvirmetast. Eitt er alt tað, sum gekk fyri seg á sjálvum skúlanum, og sum gav so mongum ungum føroyingi gott í beinið, bæði tjóðskaparliga og menniskjaliga annars. So mong hava har fingið lærdómin og dirvið til at avríka tað, sum vit sum føroyingar kunnu vera errin av í dag.

Rithøvundar hava har sæð, at tað bar til at skriva og yrkja á føroyskum, onnur eru har vorðin varug við, at tey høvdu andaligar ella handaligar gávur, sum eftir háskúlaskeiðið kundu mennast og nørast framhaldandi.

Av tí, at tjóðskaparligur samleiki og frælsi einstaklinga er berandi hugsjón í háskúlarørsluni, var skúlin tjóðskaparliga kveikjandi í hinum norðurlondunum eins og í Føroyum við. Í Føroyum kravdi undirvísing í samsvari við hendan andan sjálvsagt føroyskt lærubókatilfar, sum tá ikki var til. Tað hevði so við sær, at háskúlamenninir fóru undir at gera fagurbókmentatilfar og lærubókmentatilfar eftir hesum tørvi, og tað er at undrast yvir, hvussu nógv teir so við og við fingu á skaftið í so máta. Ymiskir vóru teir av lyndi og samstundis bestu vinir, og helst er tað av hesum báðum orsøkunum, at tað, sum teir avrikaðu bókmentaliga hevði slíka breidd tilsamans og royndist so væl á mongum av teimum økjunum, har tørvurin á føroyskum lestri var grefligastur. Vit kunnu leysliga nevna yrkingar og søgur Símunar av Skarði, Sjónleikurin Vár, Jóla og Nýarsbøkurnar, Ungu Føroyar, har hann sjálvur skrivaði meginpartin, greinir um skúla og undirvísing og um onnur evni, stuttsøgur Rasmussar og fyrstu føroysku skaldsøguna Bábelstornið, greinir í hópatali um náttúruvísindalig evni, roknibøkur og lærutilfar um alisfrøði, Plantulæruna og seinni Føroya Floru o.s fr. - hesi verk eru bert hissini nevnd. Hetta arbeiðið eigur sín stóra part av æruni av, at ein føroysk bók ikki longur er løgin og sjáldsamur lutur, men at vit tvørturímóti eiga føroyskar bøkur til allar tær bókmentagreinir, sum bókmentir hjá eini tjóð eftir røttum eiga at hava.

Tjóðskaparliga tilvitskuvekjandi var eisini tað, at teir dúgliga tóku lut í almenna politiska kjakinum í bløðunum og sum røðarar á fólkafundum kring landið. Stórt savn av hesum greinum og røðum varð nýliga útgivið í bók, útgáva, sum vísir okkum, at mangt av tí, ið tá varð sagt, hevur sama virði sum ágangandi viðmerkingar til nútíðar politisku støðu, sum tað hevði til politisku støðuna tá.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at innast í sjálvbjargnisvilja føroyinga í dag logar enn sami eldur, sum tá varð kveiktur.

Háskúlin livir í dag, - 100 ár seinni - við sítt fríska lív.

Samfelagið er broytt, og skúlin er á ymsan hátt eisini broyttur, men grundarhugsjónin, at menna medvit einstaklingsins um seg sjálvan, at stimbra frælsu hugsanina, frælsa lyndið og viljan til sjálvbjargni, er enn hin sama. Sama kann sigast um tað at menna sans næminganna fyri tí, sum er vakurt ..?at få øjet op for hvad der er kønt?...

Skúlarnir í føroyska nútíðarsamfelagnum røkja tey áhugamál, sum samfelagið nú í tíðini hevur. Krøvini eru ógvuliga sergreind, vit hava tekniskar skúlar, handilsskúlar, fiskivinnuskúlar, studentaskúlar, kokkaskúlar, læraraskúlar o.s.fr. og allir eru teir próvskúlar.

Tað, sum næmingar, ið nú á døgum velja at fara á háskúla, fáa høvi til, er tað, sum aðrir skúlar ikki bjóða, eitt menningarskeið, har tað ikki eru próvtøkur í sergreinum, sum hótta fyri framman, har tey sleppa at vera saman við øðrum við tíð til umhugsan og vinarlag, har hvør sleppur at leggja dentin á tað, sum áhugan dregur, har tey í skiftandi lærugreinahøpi sleppa at kjakast um lívsins ymisku viðurskifti, og á tann hátt búnast til økt medvit.

Hundrað ár eru oldingaár, viðhvørt eisini tá talan er um hugsjónir, men hetta - at búgva út ungdóm til sjálvstøðugt hugsandi og frælslynt menniskju - er hugsjón, sum verður verðandi ung.

Hetta er í dag væl viðurkendur veruleiki, sum eigur at hava ta avleiðing fyri skúlan, at honum verða givnar góðar treytir fyri framhaldandi at mennast og virka føroyska samfelagnum til gagns.

Eg fari at enda at ynskja Føroya Fólkaháskúla til lukku við teimum hundrað árunum við ynski um, at hann, í samsvari við sítt upprunaliga lyndi, ongantíð má stirðna, men altíð verða livandi skúli í opnum sambandi við fólkið og rákið í síni samtíð.


Takk fyri

Guðrun Gaard