Hátíðarhald í Skopun

100 ÁRA MINNI
Í august mánaða 1902 skrivaðu skopuningar, maður og kvinna í Skopun, undir áheitan til táverandi Sandoyarprest, Andreas Christian Evensen, um at prædikað skuldi verða á móðurmálinum í Skopunar kirkju. Av 146 vaksnum fólkum í Skopun skrivaðu 122 undir áheitanina til Evensen, og av teimum 146 vaksnu í bygdini vóru enntá nakrir menn til skips. Sostatt skrivaðu í alt 83% av teimum vaksnu í Skopun undir áheitanina til Oyggjarprestin.
6. mars í ár vóru júst 100 ár liðin, síðani danska kirkjumálaráðið gav prestinum, A. C. Evensen loyvi til at prædika á føroyskum í Skopunar kirkju. Hin 20. apríl 1903 sendir táverandi próstur, Fríðrikur Petersen, loyvið suður til A.C. Evensen, prest. Óvist er tó, hvønn dag, prædikan eftir kirkjumálaráðsins loyvi, er hildin; men helst hevur tað verið um várið sama ár.
Í hesum sambandi er bólkur skipaður til tess at fyrireika hátíðarhald í Skopun til minnis um tógva stríð skopuninga fyri at hoyra Guds orð borið fram á móðurmálinum.
Hátíðarhaldið verður frá sunnudegnum, 1. juni, og endar 2. Hvítusunnudag.
Skráin fyri hátíðarhaldið í Skopun er ikki endaliga løgd enn, men verður lýst í fjølmiðlunum, so skjótt hon er endaliga løgd.
Á hátíðarhaldinum verða Gudstænastur, framsýningar, fyrilestrar og fólkafundur.
Fyrireikingarbólkurin, ið m.a. er umboðaður av Skopunar bygdarráði, kirkjuráðnum í Skopun og ungmannafelagnum Samljóð væntar, at mangir útisetar úr Skopun vitja heimbygdina hátíðarvikuna, eins og øll onnur eisini eru hjartaliga væl komin til tiltøkini, ið skipað verður fyri til minnis um, at skopuningar, sum fyrstir í Føroyum, fingu loyvi at hoyra Guds orð á føroyskum í kirkjuni.