Hátíðarhildu yngsta føroyska svimjara við gullnál

- Tanja Skaalum í Hvalba gjørdi eitt bragd, tá ið hon svam seg til eina gullnál í FM í svimjing fyrr í ár.

Tað staðfesti venjari hennara, Jón Bjarnason, tá ið móttøka var fyri henni í Roynhøllini í gjár.

 

Hann heldur avgjørt, at 13 ára gamla Tanja Skaalum er yngsti føroyski svimjarin, sum svimur seg til eina gullnál, ið øllum førum kemur hann ikki í tankar um nakran yngri.

 

Tanja Skaalum vann gullnálina fyri at hava vunnið silvur í 400 frí við tíðini 4:23.93.

 

Hetta klárar hon, hóast Svimjisambandi Føroya nakað síðani herdi krøvini fyri at fáa gullnál.

Jón Bjarnason segði, at Tanja Skaalum er ein svimjari, sum skarar framúr og í fleiri svimjigreinum er hon ímillum tríggjar teir bestu í hennara aldursbólki.

 

Og hann helt, at gullnálin verður enn merkisverdari av, at Tanja fekk hana í eini svimjigrein, sum hann ikki heldur er hennara sterkasta, tí hon er fyrst og fremst bringusvimjari.

- Men tað sigur bara so mikið meiri um hennara styrki sum svimjari.

 

Niels Olaf Eyvindson, bygdaráðslimur í Hvalba, helt, at Tanja Skaalum er ein stór fyrmynd og hann gleddi seg til at síggja hana umboða Føroyar á oyggjaleikunum, sum byrja um nakrar dagar.

 

Á móttøkuni fekk Tanja Skaalum eisini peningaligan stuðul til oyggjaleikirnar og stuðulin var frá Landingarmiðstøðini á Tvøroyri, Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelagnum í Hvalba og frá stuðlum, sum vildu vera ónevndir