Við stórsigri á Kyndli/ÍA hava hoyvíkingar vunnið tann fjórða finalusigurin í Faxe Kondi steypakappingini í dag. Úrslitið gjørdist 26-14.
Liðini fylgdust teir fyrstu minuttirnar av dystinum, men so fóru hoyvíkingar frá Kyndli/ÍA, sum ikki megnaði at fylgja við vælspælandi hoyvíkingunum. Í hálvleikinum var H71 á odda 12-6.
Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, og tá dómararnir bríkslaðu dystin av, hevði H71 vunnið við 12 málum.
Brian Slyne úr H71 varð kosin til dagsins leikara.
Málskjúttar hjá H71:
Brian Slyne 8, Rói á Skipagøtu 6, Rókur Ziskason 5, Jón Rói Høgnesen 5, Rói Thomsen 2.
Málskjúttar hjá Kyndli/ÍA:
Mattias W. Joensen 5, Høgni Funding 4, Andrias Bárðarson 2, Ragnar R. Wardum 1, Kristian Petersen 1, Jákup McGavin 1.
Steypafinalur í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti 2018:
Dreingir 14 ár:
Úrslit: 26-14 til H71 móti Kyndli/ÍA
Dagsins leikari: Brian Slyne úr H71
Gentur 14 ár:
Úrslit: 19-8 til H71 móti Neistanum
Dagsins leikari: Elsa Egholm úr H71
Dreingir 12 ár:
Úrslit: 17-12 til H71 móti VÍF
Dagsins leikari: Óli Mittún úr H71
Gentur 12 ár:
Úrslit: 18-14 til H71 móti STÍF
Dagsins leikari: Jóhanna Sørensen úr H71
Dreingir 10 ár:
Úrslit: 11-9 til Neistan móti VÍF
Dagsins leikari: Lýðar í Dímun úr Neistanum
Gentur 10 ár:
Úrslit: 13-12 til VÍF móti Kyndli
Dagsins leikari: Rakul Borgarlíð Joensen úr VÍF