Nú byrja ársins finalur í Faxe Kondi-kappingini
Lagt verður fyri við kvinnufinaluni ímillum VÍF og H71 klokkan 13.30
Tróndur Arge og Turið Arge Samuelsen siga beinleiðis frá á FM1 (HER), og dystargongdin kann fylgjast við tekstafrásøgn á in.fo niðanfyri
Steypafinala, kvinnur:
VÍF - H71 klokkan 13.30
Tíggju minuttir áðrenn dystarbyrjan
Leikarar eru lidnir við upphitingina og fara í skiftirúmini. Stórur fagnaður tá ið leikararnir ganga fram við áskoðarunum á langsíðuni
Átta minuttir áðrenn dystarbyrjan
Hugurin er øgiligur tá ið ljósið verður dempað og leikararnir gera seg til reiðar at renna inn
Fimm minuttir áðrenn dystarbyrjan
Leikararnir verða róptir inn og verða fagnaðir ein í senn, tá ið tær renna inn á vøllin. Allar leiða ein ungan fjeppara. Summar leiða ein fjeppara í hvørjari hond.
Ein minutt áðrenn dystarbyrjan
Ljósið tendrar. VÍF ger klárt at byrja við bóltinum
0 min
VÍF byrjar við bóltinum.
Hesar byrja inni hjá VÍF:
Heidi Maria Akselsen, Ingibjørg Olsen, Agnas Olsen, Durita C. Jojic, Ró Nielsen, Lise Marie Evensen, Fríða Peternsen
Hesar byrja fyri H71:
Eva Barba Are, Marita Mortensen, Maria Halsdóttir Weyhe, Lív B. Zachariassen, Guðrið á Borg, Durita Toftum Joensen, Annika Fríðheim Petersen.
5 min
4-3 VÍF
Liðini byrja við góðari ferð. Durita C. Jojic skorar sítt triðja mál fyri VÍF
7 min
5-4 VÍF
Fríða Petersen fremur tvær stórbjargingar á rað fyri VÍF. H71 hevur misnýtt trý álop á rað.
10 min
5-6 H71
Nú er VÍF eisini farið at gera mistøk.
Marita Mortensen leggur H71 á odda við frálíkum hoppiskoti
Durita C. Jojic skjýtur brotskast á stongina og út
13 min
6-7 H71
Durita C. Jojic hevnir seg við einum framúr hoppiskotið. Fjórða málið hjá láma stórskjúttanum.
Guðrið á Borg skorar av høgra vongi hjá H71 stutt eftir-
15 min
8-7 VÍF
DURITA JOJIC! VÍF-álopið er í stórum trupulleikum, men Durita tekur aftur sakina í egnar hendur.
Og so kemur pláss á høgru liðina hjá Duritu. Ró Nielsen tekur av og leggur VÍF á odda aftur.
17 min
8-8
Durita fær nú útvísing og Maria Weyhe setur brotskast í netið fyri H71.
Turið Arge Samuelsen rósar leikferðini á FM1. "Hetta er júst tað vit vónaðu at síggja"
20 min
9-9
Fríða Petersen er farin at bjarga oftari. H71 hevur skift Vár H. Thomsen inn fyri Anniku Fríðheim Petersen.
H71 skiftir eisini út á strikuni. Vár B. Zachariassen tekur av og javnar til 9-9
23 min
11-11
Ferðin er í topp. Randi Virgarsdóttir skorar eftir skjótt uppspæl av miðju, og Guðrið á Borg ger kynstrið eftir í hinum endanum. Triðja málið hjá Guðrið.
24 min
11-12
Ræðulig støða!
H71 fer aftur í skjótálop. Agnas Olsen rennur við Evu Barbu Arge, sum gerst frí ímóti VÍF-málinum. Har tykist at vera kontakt ímillum Agnas og H71-aran.
Bólturin fer í málið, men Agnas Olsen hevur beklað í verjustøðuni. Hon má berðast av vøllinum í stórari pínu - Og verður víst reyða kortið!
26 min
12-12
Fríða Petersen bjargar aftur, og VÍF gagnnýtur í hinum endanum
28 min
13-12
Durita C. Jojic enn einaferð! Dregur inn úr høgru og høggur bóltin yvir um aftur í hornið.
29 min
13-14 H71
Marita Mortensen ger sum Durita. Bara speglvent!
29 min
13-15 H71
Annika Fríðheim bjargar og sendur Evu Barbu í skjótálop aftur. VÍF rakar stongina og H71 hevur bóltin við hálvum minutti eftir. Tekur time-out.
29.57
13-15 H71
Eva Barba Arge rakar stongina. VÍF hevur tykið time-out við trimum sekundum eftir. Okkurt er áfætt. H71 eigur bóltin kortini, men fær ikki klárað ein møguleika áðrenn.
Hálvleikur
13-15 H71
33 min
16-15 VÍF
VÍF er byrjað øgiligt, revsar eina útvísing og skorar trý skjót mál. H71-álopið í trupulleikum!
34 min
16-17 til H71
Eva Barba Arge fær hol á fyri H71 áðrenn eitt skjótálop endar í brotskasti.
Fŕíða Petersen bjargar, men Maria Weyhe fangar returin og setur bóltin inn
36 min
16-17 H71
Marita Mortensen fær útvísing fyri skeiva útskifting. VÍF fær bóltin, og kemur til møguleika, men omanfyri. Marita Mortensen er á síni aðru útvísing.
38 min
16-18
Nú er aftur ein drúgvur steðgur. Dómarin, Dánjal Samuelsen, er vorðin skaddur. Eykadómarin Hannis Wardum traðkar til at døma saman við Hera Petersen, og nýggja dómaraparið dømir beinanvegin brotskast.
Maria Halsdóttir Weyhe skorar.
41 min
16-18 H71
Øgiligt drama nú! Fyrst krevur H71 brotskast, áðrenn VÍF vinnur sær brotskast í hinum endanum. H71-bonkurin fær gult kort fyri mótmæli, og so verður dømt yvirtraðk á brotskastinum. Síðani tveita bæði liðini bóltin burtur og krevja at dómarin dømir til sín.
"Her er kaos!" siga Tróndur og Turið á FM1
Annika Fríðheim Petersen bjargar nógv nú, men misnýtir møguleikan at tveita í tómt VÍF-mál.
"Synd at mistøkini koma nú í seinatu løtuni, sigur Turið á FM1"
45 min
16-19 H71
Lív Zachariassen fær hol á, tá ið hon brýtur fram við Duritu C. Jojic. Bólturin fer inn, og Durita fær tveir minuttir.
Størsti munurin í dag er veruleiki, men Fríða Petersen forðar fyri at H71 økir uppaftur meira. EFtir at Ró Nielsen hevur veirð óheppin at raka á stongina
VÍF tekur time-out.
47 min
17-19.
Uttan Agnas og Duritu tekur Ingibjørg Olsen ábyrgd við frálíkum hoppiskotið.
Marita Mortensen økir aftur við góðum skoti, men brennir so løtu seinni.
"H71 eigur at taka tað róligari sigur Turið á FM1
50 min
19-21
Vanligi strikuleikarin, Lív Ingdórsdóttir fær eitt framúr mál av miðjuni. Sleingir bóltin fram við miðverjuni hjá H71.
Marita Mortensen rakar stongina í hinum endanum.
"Hesaferð skuldi hon taka skotið, men var óheppin" sigur Turið
Durita Jojic minkar til 19-20 við enn einum øgiligum skoti av høgra bakki. Maria H. Weyhe økir í hinum endanum.
VÍF brennir og tíðin gongur.
"Minuttirnir ganga fyri H71" sigur Turið á FM1.
52 min
19-21
Viviann Petersen er komin inn í VÍF-málið til sín fyrsta dyst síðani FM-finalurnar í fjør. Og hon bjargar! VÍF í álopið fyri at minka aftur. VÍF spælir við sjey leikarum í álopinum.
54 min
21-23 H71
VÍF tekur time-out, men so verður bólturin tveittur burtur. Maria H. Weyhe skorar í tómt mál.
Ingibjørg Olsen minkar aftur um munin eftir góða fintu.
Marita Mortensen brestir bóltin í stongina og inn.
"Júst sama støða sum tá ið bólturin fór á stongina og út í áðni, siga tey á FM1.
Ró Nielsen skorar spískt og sera væl av vonginum. 21-23 og H71 tekur timeout.
Klokkan sigur 54.16. H71 hevur bóltin
22-23
Lív Zachariassen gerst frí men fær ikki bóltin inn. Á Fm1 ivast tey í um málverjin bjargaði ella um skotið rætt og slætt fór framvið
23-23!
Randi Virgarsdóttir javnar!
Fríða Petersen bjargar brotskasti!
VÍF hevur bóltin! 57:50 sigur klokkan!
H71-verjan lukkast nú! 23-23! H71 í álopið! Tveir minuttir eftir!
Durita Toftum sleppur leys! 24-23 til H71! Hálvur annar minuttur eftir!
H71-verjan fangar eitt innspæl. H71 í álopið aftur. á odda við einum! Ein minuttur eftir!
H71 vinnur 24-23!
Liðugt - H71 er Føroyameistari!
H71-leikarar og fjepparar skola inn á miðjan vøll. Tárini trilla á leikarunm. "Vit vistu at vit fóru at gráta meira um vit vunnu enn um vit taptu", siga steypavinnararnir við FM1, eftir at tær hava vunnið fyrsta steypið og fyrsta gullið í søguni.