Bogdan Florea gekk fremst, tá H71 vann greitt við 10 málum á KÍF seinnapartin.
KÍF skal spæla steypafinalu næsta vikuskiftið. Jan Ottesen, venjari, framdi fleiri broyting í dystinum í dag, og fleiri av stuðulsleikarunum sótu stundum uttanfyri. Tað tekur einki frá H71, sum var sannførandi. Liðini togaðust í fyrra hálvleiki um leiðsluna, men eftir steðgin fóru hoyvíkingar avstað. Bogdan Florea skeyt 13 mál.
Úrslitið var 32-22. Hálvleiksstøðan var 15-14 til KÍF.
Úrslitini um vikuskiftið:
Kyndil ? VÍF 27-27
StÍF ? Team Klaksvík 34-20
H71 ? KÍF 32-22
Stigatalvan:
1. Neistin ? 17 dystir, 33 stig
2. KÍF ? 17 dystir, 22 stig
3. Kyndil ? 18 dystir, 19 stig
4. VÍF ? 17 dystir, 17 stig
5. H71 ? 17 dystir, 16 stig
6. StÍF ? 17 dystir, 11 stig
7. Team Klaksvík ? 17 dystir, 2 stig