Okkaradeildin: H71 - KÍF 23-19 (11-11)
Tað mundi vera eitt hevndarhugað H71-lið, sum tók ímóti kreppurakta KÍF í Hoyvíkshøllini í dag.
Sí eisini
KÍF í kreppu bjóðar oddaliðnum av
KÍF er einasta liðið, sum hevur tikið stig frá H71 higartil hetta kappingarárið, og eina løtu í fyrra hálvleiki mundi vera møguleiki fyri at KÍF skuldi endurtaka bragdið.
Eftir at H71 var á odda 3-1 eftir lítlari løtu, legði KÍF seg á odda 5-4 og so skiftust liðini um leiðsluna til at H71 javnaði til 11-11 stutt áðrenn steðgin.
Avgerandi munurin var skaptur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
H71 fiskaði bóltar og revsaði mistøk og brádliga var støðan 17-12 til H71 eftir 40 minuttir.
KÍF kom fyri seg í verjuni, og forðaði H71 at fáa fleiri mál næstu longu løtuna. Eftir 48 minuttir hevði KÍF minkað niður í 17-15, men nærri komu kollfirðingar ikki. Hoyvíkingar høvdu tað framvegis nakað trupult at skjóta mál, men tað var enn truplari hjá KÍF.
Úrslitið var ein sigur til H71 upp á 23-19. Eitt úrslit, sum merkir at H71 liggur fimm stig á odda í Okkaradeildini eftir tíggju dystir.
Sí eisini:
Nicklas harmast álopsspælið - Ári fegnast um verjuspælið (FM1)
H71 – KÍF 23-19 | |
Okkaradeildin: 01/12/2019 | |
Málskjúttar hjá H71 | |
Peter Krogh | 7 |
Pætur Mikkjalsson | 5 |
Pauli Mittún | 4 |
Leivur Mortensen | 3 |
Rúni Vest Højgaard | 1 |
Vilhelm Poulsen | 1 |
Hans Kári Hansen | 1 |
Hilmar Leon Jakobsen | 1 |
Málskjúttar hjá KÍF | |
Hans Eli Sigurbjørnsson | 7 |
Nicklas Selvig | 7 |
Hørður Fannar Sigþórsson | 3 |
Rani A. Højgaard | 2 |
Støðan í Okkaradeildini
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 10 | 290 | 229 | 61 | 18 |
2 | StÍF | 10 | 285 | 276 | 9 | 13 |
3 | Neistin | 10 | 269 | 243 | 26 | 12 |
4 | VÍF | 10 | 282 | 266 | 16 | 12 |
5 | KÍF | 10 | 270 | 263 | 7 | 9 |
6 | Kyndil | 10 | 257 | 267 | -10 | 6 |
7 | Team Klaksvík | 10 | 215 | 324 | -109 | 0 |