H71 kvinnurnar eru meistarar

Fimta árið í bestu deildini hava H71 kvinnurnar vunnið FM fyri fyrstu ferð

Mynd: H71

Hilmar Jan Hansen skrivar soleiðis á heimasíðuni H71.fo:

 

Longu fimta árið í bestu kvinnudeildini hava H71-kvinnurnar skrivað søgu og vunnið felagnum fyrsta føroyameistaraheitið hjá kvinnum.

 

Tá ið triðja FM-finalan ímóti Neistanum var av í dag, lýsti gleðin og frøin av H71-kvinnunum, sum eftir ein harðan, strævnan og serstakliga virknan vetur eru bestar av øllum – føroyameistarar!

 

Tær hava skrivað søgu við stíli, tí longu tá ið sjálv landskappingin endaði, vóru tær nógv fremstar og vunnu deildarmeistaraheitið í SMS-kappingini, eins og tær gjørdu í fjør. Men munurin er, at nú komu tær í FM-finalurnar og gjørdu slætt borð har.

 

Í øllum trimum FM-finalunum ímóti Neistanum hevur H71 verið greitt omaná, og munurin er bara blivin størri frá dysti til dyst, og tá ið seks mál vóru á muni longu í hálvleikinum, sást týðiliga, hvønn veg tað bar.

 

Eitt fantastiskt avrik

 

Tá ið avtornaði, vann H71 triðju finaluna við níggju málum, 27-18, og kundu okkara kvinnur tí ernar og spentar fara upp at taka ímóti fyrst gullheiðursmerkjunum og síðani bæði einum platti sum deildarmeistari og stóra FM-steypinum.

 

Eitt fantastiskt avrik, ið felagið sjálvandi fegnast stórliga um, tí umframt at vinna føroyameistaraheitið og spæla seg í steypafinaluna, hava kvinnurnar eisini skrivað føroyska hondbóltssøgu við ikki færri enn sjey EHF Europa Cup-dystum í vetur!

 

Eitt fantastiskt avrik, ið fekk ein júst so fantastiskan enda, sum kvinnurnar høvdu uppiborið, og meðan vit fegnast við teimum, skulu tær eisini upp á skrift fáa heilsanina: Hjartaliga tillukku við FM!, skrivar Hilmar Jan Hansen á h71.fo

 

3. FM-finala, kvinnur:

 

H71-Neistin 27-18 (14-8)

 

HER sæst dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

Mynd: H71