H71-venjarin ikki í venjing

Hondbóltur: Hoyvíkingar vunnu fyrsta dystin

Tað týdningarmesta var at vinna dystin.

Soleiðis helt Jákup Símun fyri, eftir at H71 eftir tógvið stríð hevði toga ein 25-22 sigur í land móti kollfirðingum. Tølini kunnu kanska benda á ein rímiliga tryggan sigur, men soleiðis var kortini ikki. Bert í seinastu minuttunum eydnaðist H71 at sleppa frá KÍF og vinna við trimum málum.

Liðini høvdu fylgst gjøgnum allan dystin ? ongatíð meiri enn tvey mál á muni. Til tíðir H71 omaná, til tíðir kollfirðingar.

Fyrri hálvleikur var merktur av, at málverjarnir hjá H71 ikki rættiliga fingu tak á skotunum frá kollfirðingum. Hinvegin virkaði offensiva verjan hjá KÍF til tíðir heldur opin, og samanlagt gjørdi hetta, at liðini skiftust um at skora. Og at munurin í hálvleikinum bert var hitt eina málið.

Í álopspartinum gjørdi H71 tann feilin, at leikandi venjarin, Hans Guðmundsson, lá heilt úti í vinstru síðu, og tá KÍF mannsdekkaði venjaran, skermaði hetta samstundis av fyri Jákup Símuni á vinstra vongi. Og tá ein leikari var inni á strikuni, vóru bert tríggir leikarar at forma álopsspælið hjá hoyvíkingum í fyrra hálvleiki.


Undirhondsskotini

blivu burtur

Eitt annað, ið merkti fyrra hálvleik, var serliga hin eina broytingin í reglunum, hon ið sigur, at eingin leikari má fara fram um miðlinjuna, fyrr enn bólturin er givin upp. Hetta voldi trupulleikar fyri bæði liðini, men tað batnaði kortini sum dysturin leið.

Álopsspælið hjá kollfirðingum gekk betur enn verjuspælið, og KÍF-leikararnir funnu skjótt út av, at undirhondsskot gjøgnum H71-verjuna góvu bonus, og á henda hátt komu allarflestu KÍF-málini í fyrra hálvleiki. Tað kundi tí tykjast løgi, at kollfirðingar heilt góvust við hesum í seinna hálvleiki.

Eitt annað, ið ikki júst var KÍF til fyrimunar, vóru mongu útvísingarnar, ið liðnum var fyri. Heilar 7 útvísingar og ein burturvísing, móti trimum hjá H71.

Kortini fylgdu kollfirðingar sum nevnt við og vóru fleiri skifti í fyrra hálvleiki frammanfyri.

Tað tóktist eisini sum vóru KÍF-leikararnir nógv neyvari í sínum skotroyndum enn hoyvíkingar. Fleiri ferðir hevði tú kenslu av, at tað einasta umráðandi hjá hoyvíkingum var at fáa skotið ? ikki varð hugt so nógv eftir, hvar bólturin endaði.

Men samanum tikið var tað tó í lagi, at H71 fekk fyrsta sigurin í ár, ikki minst tí, at verjan tóktist tættari og fongur fer at vera í nýggja venjaranum. Hann gjørdi ikki nógv um seg í hesum dystinum, men tað fer helst at broytast sum frá líður.


Venjarin

ikki í venjing

Serliga spennandi til hendan dystin var jú, at síggja nýggja venjaran hjá H71, fyrrverandi íslendska stórleikaran Hans Guðmundsson. Í leikskránni stóð at lesa, at hann m.a. hevur verið yrkisleikari í Spania í eini trý ár, og at hann í tvey ár var toppskjútti í íslendsku 1. deild, har hann tilsamans hevur skotið meiri enn 1400 mál.

Tað var kortini ilt at siga, hvør av leikarunum á H71-liðnum mundi vera hesin fyrrverandi stórleikari ? út frá spælinum. Og fyrstu tvær royndirnar hjá honum í fyrra hálvleiki hepnaðust ikki serliga væl. Hann fumlaði bóltin burtur.

Kortini fekk hann eitt sindur betri tak á seinni, og í ?glimtum? sást, at hann, tá liðið er betri samanleikt, kann gerast ein fongur fyri hoyvíkingar. Serliga royndi hann seg við fleiri góðum innspælingum á strikuna, sum tó bert í førum eydnaðust. Men hetta var tó ikki honum fyri at lasta, tí her krevur betri samanspæl millum hann og hinar ? serliga strikuspælararnar ? á liðnum.

Tað tóktist heldur ikki sum, at venjarin var í toppvenjing. Sum skilst gramdi hann seg um, at avtalan var komin heldur seint í lag, og at venjingin tí ikki byrjaði so tíðliga, sum hann kundi hugsa sær.

Men sum nevnt. Guðmundsson verður helst ein fongur fyri H71 sum frá líður.