Håkan ger tvær broytingar

René Shaki Joensen og Brandur Olsen vera við frá byrjan, tá Føroyar klokkan 19:45 í kvøld taka ímóti Lettlandi á Tórsvølli

Odmar Færø er í kvøld á landsliðnum fyri 60. ferð

Ein sigur, fýra javnleikir og tvey tap. Tað er føroyska úrtøkan ímóti Lettlandi higartil, tá talan er um A-landsliðið hjá monnum.

 

UEFA Nations League dysturin á Tórsvølli í kvøld er sostatt tann áttandi millum londini, síðani fyrsta dystin, sum varð spældur í Riga í Lettlandi fyri átta árum síðani.

 

Úrslitið ta ferðina gjørdist 2-0 til Føroyar. Málskjúttarnir vóru Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.

 

Til dystin í kvøld hevur venjarin, Håkan Ericson, gjørt tvær broytingar millum teir fyrstu ellivu, samanborið við byrjunaruppstillingina móti Armenia fyri trimum døgum síðani.

 

Brandur Hendriksson Olsen avloysir Sølva Vatnhamar, meðan René Shaki Joensen kemur inn á plássið hjá Meinhardi Olsen, ið verður fluttur fram í álopið fyri Jóan Símun Edmundsson.

 

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinum frá byrjan vera René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Brandur Olsen, Gunnar Vatnhamar og Hannes Agnarsson, og fremsti maður verður Meinhard Olsen.

 

Á beinkinum sita Mattias H. Lamhauge, Teitur M. Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

 

 

 

Odmar Færø er í kvøld á landsliðnum fyri 60. ferð