Nettoskuldin hjá Nes kommununu er í dag 34,7 milliónir, sum er 37,3 prosent av lániheimildini. Tað er nógv hent í kommununi seinastu árini, og her hevur verið stórur fólkavøkstur

Hægri barnafrádráttir og betri systkinafrádráttur

Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er í dag 34,7 milliónir, sum er 37,3 prosent av lániheimildini. Tað er nógv hent í kommununi seinastu árini, og her hevur verið stórur fólkavøkstur

Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 varð endaliga samtykt á býráðsfundi hin 24. november. Skattaprosentið er óbroytt, 20,5, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 krónum upp í 8.000 krónur.

 

- Haraftrat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á 550 krónur fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu.

 

- Gongur eldra barnið í barnagarði, er lættin 475 krónur, og lættin er 250 krónur, um barnið gongur í frítíðarskúla.

Lagt verður aftrat, at dagstovnagjøldini  verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi 2.000 krónur fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.

 

##med2##

 

Úrslitið á fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er eitt avlop á 425.000 krónur, og á heimasíðuni - www.nes.fo - kann lesast um tær íløgur, sum skulu gerast i kommununi næsta ár, og hvørji høvuðstølini eru fyri 2026.

 

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er í dag 34,7 milliónir krónur, sum er 37,3 prosent av lániheimildini.

 

- Tá allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin hjá kommununi væntandi 47,8  milliónir, sum er umleið 45,9 prosent av lániheimildini.

Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

 

##med3##

 

Nettoskuldin hjá Nes kommununu er í dag 34,7 milliónir, sum er 37,3 prosent av lániheimildini. Tað er nógv hent í kommununi seinastu árini, og her hevur verið stórur fólkavøkstur

Býráðið í Nes kommunu