Meðan lønarhækkingar eru givnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, lønarlyft er veitt ávísum bólkum á 47 mió, lestrarstuðulin er hækkaður við 1000 kr, so hevur samsýningin staðið í stað hjá fosturforeldrum, og nú løgtingsval varð útskrivað, datt lógaruppskotið burtur um at javna sjálva veitingina, sum verður givin fosturforeldrum. Hetta lógaruppskotið skal sjálvsagt leggjast fram aftur beinanvegin, men neyðugt er eisini harumframt at styrkja og bøta um skipanina sum heild.
Fosturforeldrafelagið hevur just havt 25 ára stovningardag, og felagið hevur havt ómetaliga stóran leiklut í arbeiðnum at styrkja fosturforeldraskipanina og at hjálpa og stuðla fosturforeldrum í uppgávuni at stuðla og stimbra korini hjá føroyskum børnum, ið ikki kunnu vera heima.
Tað er onki at ivast í, at tað er betur fyri eitt barn, sum ikki kann búgva hjá sínum foreldrum, at hava eini fosturforeldur, sum kunnu vera stuðul og hjálp hjá barninum, heldur enn at barnið skal á ein stovn, og at fosturforeldur tí gera eitt megnar arbeiði fyri tað føroyska samfelagið. At taka sær av einum fosturbarni ella fosturbørnum er kostnaðarmikið. Hendan samsýningin hevur staðið í stað í 7 ár (2014-2021). Meðan onnur fingu 2-3 % í lønarhækkan hesi árini, hava fosturforeldur onga lønarhækkan fingið, men kostnaðurin av at taka sær av einum barnið er bara blivið dýrari og vandin kann vera at fleiri aftra seg við at átaka sær uppgávuna sum fosturforeldur. Um samsýningin ikki verður javnað og upphæddin hækkað munandi er stórur vandi fyri, at hendan so kærkomna skipan niðurfyri, tí fosturforeldur fara at halda seg aftur, tí tað verður ov kostnaðarmikið, og tað vildi verið ein vanlukka fyri børnini og fyri samfelagið. Tí má fosturforeldraskipan raðfestast til frama fyri nøkur av okkara sárbærastu børn í samfelagnum. Hesum vil eg virka fyri.
Annika Olsen, valevni hjá Tjóðveldi











