Vestmanna Kommuna fekk meira í kommunuskatti í oktober 2014 enn sama mánað í 2013. Í oktober 2014 fingu tey 3.194.262 krónur í mun til 3.103.724 krónur í oktober 2013. Vøksturin er á 90.538 krónur, svarandi til 2,92 prosent.
Skatturin til Vestmanna Kommunu higartil í ár vísir eina hækking á 6,89 prosent í mun til 2013, svarandi til 2.010.830 krónur.
– Vit eru nøgd við skattin fyri oktober mánað. Vónandi kemur henda positiva gongdin at halda áfram restina av árinum, skrivar Vestmanna kommuna.