Pensjónsaldurin skal framvegis hækkast skjótari enn tað, sum lagt er upp til í galdandi lóg um fólkapensjón – fyri at uppskotið um Suðuroyartunnilinn skal samtykkjast.
Samstundis sum uppskotið um Suðuroyartunnilin kom í Løgtingið hósdagin í síðstu viku, so kom eisini uppskotið um at hækka pensjónsaldurin í tingið. Hóast sagt verður, at hesi mál ikki hanga saman, so hanga tey saman – í øllum førum er tað ein treyt frá Framsókn, at pensjónsaldurin skal hækkast skjótari enn ætlað, um uppskotið um Suðuroyartunnilin skal samtykkjast.
Sambært galdandi lóg um fólkapensjón, so skal Løgtingið fimta hvørt ár taka støðu til fólkapensjónsaldurin um 10 ár. Tað merkir, at lagt er upp til, at fólkapensjónsaldurin hækkar fimta hvørt ár, til hann í 2043 var 70 ár.
Ein roynd varð gjørd í vár at hækka pensjónsaldurin skjótari enn hetta. Uppskotið varð tikið aftur, tá greitt var, at semja ikki var um Suðuroyartunnilin í mai mánaði.
Nú verður so aftur gjørd ein roynd at hækka pensjónsaldur skjótari enn ætlað – men nú verður hann ikki hækkaður upp í 70 ár, men upp í 69 ár – í hesi syftu. Men tað skal framvegis gerst nógv skjótari, enn tað sum galdani lóg leggur upp til.
Sambært uppskotinum, sum er til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag, so skal pensjónsaldurin hækka soleiðis upp til 69 ár:
1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
2) 67 ár og 6 mánaðir fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
3) 68 ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1963 til 31. desember 1966.
4) 68 ár og 6 mánaðir fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. januar 1967 til 30. juni 1969.
5) 69 ár fyri persón, ið er føddur aftan á 30. juni 1969.
Um Løgtingið í staðin broytti pensjónsaldurin soleiðis, sum lagt er upp til í galdandi lóg um fólkapensjón, so hevði pensjónsaldurin verið:
68,0 ár fyri persón føddur í 1963-67
68,5 ár fyri persón føddur í 1968-72
69,0 ár fyri persón føddur í 1973-77
69,5 ár fyri persón føddur í 1978-82
70,0 ár fyri persón føddur frá 1983
Broytingin rakar tí fólk, sum eru fødd millum 1. januar í 1967 og 1. januar 1978.
Í lógaruppskotinum verður eisini sagt, at Løgtingið skal í seinasta lagi 1. januar í 2031 áseta pensjónsaldurin galdandi frá 1. januar í 2041, og aftur í seinasta lagi 1. januar í 2034 áseta pensjónsaldurin galdandi frá 1. januar í 2044. Hetta skal helst skiljast soleiðis, at tá hækkar pensjónsaldurin til ávikavist til 69,5 ár og 70 ár.
Men so kann Løgtingið sjálvandi gera sum nú, broyta hesa ætlan, so tað endur skjótari.
Andstøðuflokkarnir hava áður sagt, at teir taka ikki undir við hesum uppskotið, sum verður gjørt, sum tað stendur í uppskotinum, »fyri at bøta um vantandi haldførið«, tí at talið av fólkapensjónistum økist hvørt ár og fer at økjast í nógv ár fram.
Skráin fyri tingfundin í dag er annars hendan:
|
1 |
3. viðgerð LM-018/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026) |
|
2 |
3. viðgerð LM-055/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús) |
|
3 |
3. viðgerð LM-056/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv) |
|
4 |
3. viðgerð LM-060/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja heimildina at endurrinda meirvirðisgjald í sambandi við bygging og umbygging av ávísum leigubústøðum) |
|
5 |
2. viðgerð LM-048/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Javnseting av øðrum ansingarloysnum við kommunalu ansingarstovnarnar) |
|
6 |
1. viðgerð LM-064/2025 - Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya |
|
7 |
1. viðgerð LM-068/2025 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri) |
|
8 |
Framløga |










