Málrevur sum jólamaður

- Eg elski jólini, og eg elski jólahugnan, sigur hann á upptøkuni, sum hann hevur lagt út á sína YouTube-rás

Er norska fótbóltsstjørnan, Erling Braut Haaland, bestur sum fótbóltsleikari ella jólamaður?

 

Nú jólini nækast, hevur málrevurin fingið ein nýggjan leiklut á sínari YouTube-rás, har hann leggur út video av sær sum jólamaður.

 

- Her vísir hann nýggjar síður av sær sjálvum, skrivar norska kringvarpið, NRK, sum endurgevur málrevin fyri at siga:

 

- Eg elski jólini, og eg elski jólahugnan, sigur hann á upptøkuni.

 

Klæddur sum jólamaður í reyðum klæðum og stórum hvítum skeggi hevur hann eisini verið túr í Manchester City, har hann gekk á dyrnar hjá fólki og hitti børn og ung.

 

- Ikki øll, sum hann hitti, gittu, at hetta var toppskorarin í Premier Leagues, sum tey høvdu á vitjan, veit NRK at siga.

 

##med2##

 

Lesið meira um Erling Braut Haaland, sum jólamann á hesi leinkju - 

 

https://www.nrk.no/sport/sjekk-erling-braut-haaland-sitt-nye-stunt-pa-youtube_-_-jeg-elsker-jul_-1.17695297