Hækkar fyri fyrstu ferð í tíggju ár

Tað er bara ein prísur, sum ikki er hækkaður - men tað ger hann so nú

Oljan er ein dýr søga hjá føroysku húsarhaldunum

Sum vit skrivaðu í áðni, er tað vorðið nógv dýrari at liva í Føroyum hetta seinasta árið. Sum heild er tað vórðið 10,1 prosent dýrari, men eitt, sum er ógvuliga tungt hjá húsarhaldinum er, at prísurin á mati og alkoholfríum drykkjum er hækkaður heili 13,3 prosent.

 

Les eisini: Ring tíðindi: Nú er tað 13 prosent dýrari at fáa mat í munnin

 

Hetta eru størstu príshækkingarnar hesi seinastu 40 árini. Men tað, sum annars er hækka mest í prísi hetta seinastu árið, er olja til at hita hús við, umframt at rentan er hækkað. Somuleiðis er húsaleigan eisini hækkað nokk so nógv. Sum heild er tað nú 18 prosent dýrari at hava tak yvir høvdið enn tað í novembur í 2021.

 

Hagstovan sigur, at oljuprísurin er hækkaður 53,9 prosent, tað er 17,8 prosent dýrari at leiga sær bústað og rentan er hækkað 2,1 prosent. Hinvegin er prísurin á fjarhita hækkaður 5,1 prosent. Hetta er fyrstu ferð í meira enn tíggju ár, at rentan hækkar, sigur Hagstovan. Men tað er eisini dýrari at fáa handverkara til at umvæla sær hús, tí tær útreiðslurnar eru hækkaðar 7,9 prosent.

 

Tað er bara ein prísur, sum ikki her hækkaður hesi seinastu árini og tað er prísurin á streymi. Men í ár hækkar prísurin kortini nakað. Hjá vanligum húsarhaldum verður príshækkingin 18 oyru fyri kilowatttíman

 

Oljan er ein dýr søga hjá føroysku húsarhaldunum