Sum væntast kundi, gjørdist tað ikki á Eysturoyarteininum í gjár, at tað fór at líkjast nakrari avgerð. Nokk so tíðliga fóru einir 12-13 súkklarar avstað frá hinum og hildu seg undan allan vegin, umframt at onkur datt burturav. Men tá teir komu á mál, vóru 10 við í fremsta bólkinum.
Fleiri ferðir ávegis royndu onkrir av og á at skræða seg leysar frá hinum, men tað vardi bara eina lítla løtu, so vóru teir tiknir aftur. Hóast okkurt kundi hent niðan ímóti Norðskálatunlinum, í Skipanesbrekkuni ella niðan ímóti Skriðunum, slapp eingin avgerandi avstað.
Í staðin gjørdist tað ein langur, taktiskur endaspurtur frá Lambareiði út til rundkoyringina í Runavík og líka inn á málið við Glyvra skúla. Framvegis vóru 10 við, og á hesum lutfalsliga lítla pettinum av samlaða teininum, sum var 115 kilometrar, hendi alt møguligt og fleiri skiftu fleiri ferðir um pláss.
Men tá súkklararnir komu inn ímóti málinum, hevði Hafsteinn Ægir Geirsson slitið seg so mikið leysan av hinum, at hann við tíðini tríggir tímar og 14 minuttir var eitt sekund frammanfyri, meðan allir hinir níggju fingu somu tíð. Gunnar Dahl-Olsen var næstfremstur, síðani kom Kristian Gosvig og síðani allur riðilin.
30 sekund á muni
Tað merkir fyri samlaðu støðuna, at Hafsteinn framvegis er á odda, men leiðsluna upp á fimm sekund, sum hann vann sær í prologinum í Klaksvík, fekk hann bara økt við einum sekundi upp í seks, tí Torkil Veyhe var millum allar súkklararnar, ið komu á mál beint aftan fyri íslendingin.
Í liðkappingini er liðið hjá Hafsteinn, HFR, 30 sekund framman fyri liðið hjá Torkili, Team PE Kolonial, og kappingin millum hesi bæði verður undirstrikað av, at belgiska Wheels Of Steel er næstan 22 minuttir aftan fyri hini bæði liðini!
Hjá kvinnunum, ið súkkla fulla teinin, var Súsanna Skylv fremst við tíðini 3:25,07, sum hevði givið eitt pláss beint niðan fyri miðjuna í kappingini hjá monnunum. Hjá teimum, ið súkkla ein heldur styttri tein, var Knud Glerup fremstur hjá unglingunum og hjá motionistunum var Peder Bay fremsti maður og Iben Dam fremsta kvinna.
Í dag verður súkklað í Suðuroynni, har byrjað verður á Tvøroyri, og síðani verður súkklað til Fámjins og síðani suðureftir eftir Hovsegg, til Sumbiar og aftur til Vágs, har súkklararnir koma á mál við Torgið. Væntandi kann eitt og annað avgerast í Suðuroynni, har fleiri drúgvar brekkur eru á teininum, og tað var her, kappingin varð avgjørd í fjør.
Í morgin verður 32 kilometra langur einkultstartur í Vágum, har súkklað verður úr Sandavági til Bíggjar, og sunnudagin endar kappingin við 109 kilometra langa Streymoyarteininum, ið byrjar í Tjørnuvík og gongur til Havnar umvegis Saksun, Oyggjarvegin og Gomlurætt, áðrenn súkklararnir koma á mál við Gamla Apotek.