Súkkling
Undan súkklukappingini Statoil Kring Føroyar varð íslendski Hafsteinn Ægir Geirsson mettur sum favorittir, og heitið livdi hann fult upp til, tá ið hann vann fyrsta teinin. Teinurin var ein 8 kilometrar langur einkultstartur, sum varð koyrdur í Klaksvík.
16 súkklarar stillaðu til byrjan um 18-tíðina, og umstøðurnar at súkklavóru ikki av teimum bestu. Sera kalt var, og fitt av vindi var eisini úti við Ánirnar. Súkklararnir kundu tó fegnast um, at vegurin var góður og turrur at koyra á.
Torkil vísti tenn
Púra sum væntað streyk Hafsteinn Ægir Geirsson avstað við sigrinum, og sleppur hann tískil at koyra í bláu føraratroyggjuni á næsta teininum.
Men tað var ikki fullkomiliga uttan kapping, at sterki, 26 ára gamli íslendarin kundi stilla seg ovast á sigurspallin. 17 ára gamli føroyingurin, Torkil Veyhe, var ikki langt frá at geva Hafsteinni ein hvøkk, tí hann endaði 17 sekund aftanfyri Hafsteinn.
Á hesum einkultstartinum vórðu súkklararnir sendir út á teinin við einum minutti millumbili, og tískil var ikki trupult at fáa eina meting um, hvussu landið lá. Torkil varð sendur næstseinastur út á teinin, meðan Hafsteinn varð sendur seinastur. Tað stóð klárt beinanvegin, at Hafsteinn vann, tí við strúkandi ferð kom hann á mál, minni enn ein minutt eftir Torkil.
Tað var eisini Hafsteinn, ið helt hægstu miðalferðina. 43,11 km/t var miðalferð hansara, og hetta var umleið ein kilometur hægri enn tann, sum Torkil helt.
Vónbrótandi avrik
Skal verandi meistarin, Hafsteinn Ægir Geirsson, hava álvarsmótstøðu, má hetta helst verða frá Gunnari Dahl-Olsen. Men tað gekk ikki heilt eftir vild hjá Gunnari, sum mátti taka til takkar við einum fjórða plássi.
- Eg haldi takk gekk OK í dag. Tað var tætt millum nummar 2, 3 og 4, men Hafsteinn vísti bara, at hann var í serflokki, segði Gunnar eftir teinin.
Gunnar er eftir hondini vorðin 42 ára gamal, og aldurin byrjar møguliga at spæla inn.
- Møguliga er hetta mítt síðsta Statoil Kring Føroyar. Nú eri eg blivin 42 ár, men eg haldi, at tað handlar um at tíma at súkkla. Og tað tími eg framvegis, sigur hann avgjørdur.
Spurdur, um tað tað ikki er hansara skylda at vinna á Torkil Veyhe longur, svarar hann.
- Bæði og, einaferð má tað jú venda. Nú havi eg havt tað nokso lætt í fleiri ár, so tað er gott at hava okkurt at kappast við, sigur Gunanr Dahl-Olsen, sum framvegis hevur sín fyrsta Statoil Kring Føroyar-sigur til góðar.
Ymsar umstøður
Íslendsku súkklararnir hava ment seg nógv bara síðan í fjør, og eisini hava íslendingarnir ein ungan harra, ið kann gera um seg í oddinum. Hann eitur Davíð Þór Sigurðsson, og er bert 18 ára gamal. Í gjár gjørdist hann nummar 3.
- Íslendararnir venja sera hart. Teir hava ein venjara, ið veruliga koyrir á teir, sigur Gunnar um menningina hjá íslendingunum, sum trúðfastir venda aftur til føroysku kappingina á hvørjum ári.
Nógvir av føroysku súkklarunum eru nýliga vendir heimaftur eftir oyggjaleikirnir á Rodos, sum vegna nógva hitan gjørdist sera hart hjá súkklarum okkara.
- Eg trúgvi ikki tað er ein vansi fyri okkum. Míni bein føldist væl, men vit fáa betur at síggja í morgin, tá ið vit hava verið um Eiðisskarð, sigur Gunnar flennandi.
Í morgin verður teinurin 105 kilometrar, og hann verður koyrdur í Eysturoynni. Byrjað verður kl.15 á Oyri, og súkklararnir væntast at vera á mál við Statoil-støðina í Runavík umleið kl.19.30.
Úrslit, 1. teinur:
1. Hafsteinn Ægir Geirsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:11:08
2. Torkil Veyhe, Tórshavnar Súkklufelag, 00:11:25
3. Davíð Þór Sigurðsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:11:43
4. Gunnar Dahl-Olsen, Tórshavnar Súkklufelag, 00:11:47
5. Áslakkur Nesá, Føroya Triathlonfelag, 00:12:12
6. Niels Jakob Thomsen, CC Gladsaxe, 00:12:13
7. Eli J. Christiansen, Tórshavnar Súkklufelag, 00:12:17
8. Sigmund Olsson, Tórshavnar Súkklufelag, 00:12:32
9. Sigurgeir Agnarsson, Hjólamenn, 00:12:38
10. Hlöðver Sigurðsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:12:44
11. Hlynur Þorsteinsson, Hjólreiðafélagi Reykjavíkur, 00:12:48
12. André Tolstoj, CC Gladsaxe, Hjólamenn 00:13:00
13. Niels Bay Petersen, CC Gladsaxe, 00:13:05
14. Mikki Bangtrup, Ringkøbing cycle klub, 00:14:09
15. Súsanna Skylv Sørensen, Føroya Triathlonfelag, 00:14:46
16. Janus Povlsen, CC Gladsaxe, 00:15:27