Dysturin endaði 33-29 til StÍF eftir hálvleiksstøðuna 17-16 til Kyndil. 1100 áskoðarar vóru til dystin í høllini á Skála.
Málskjúttar hjá StÍF:
Artur Johansen 12 mál
Elias Hansen 7
Alexandur Johansen 6
Jónleif Sólsker 5
Bent Djurhuus 2
Agnar Højgaard 1
Málskjúttar hjá Kyndli:
Hannis Wardum 11 mál
Jakob Jónsson 6
Rúni Poulsen 4
Uni Wardum 3
Hans Áki Dal-Christiansen 2
Regin Petersen 1
Leivur Holm 1
Bjarni Wardum 1
Brotskøst:
StÍF fekk 5 og skoraði upp á tey øll.
Kyndil fekk 7 og skoraði upp á 6 av teimum.
Útvísingar:
StÍF fekk 9 útvísingar. Agnar Højgaard fekk tríggjar og fekk harvið reytt kort. Jón Rasmussen fekk tvær, Jónleif Sólsker tvær, Bent Djurhuus eina og Elias Hansen eina.
Kyndil fekk fimm útvísingar. Uni Wardum fekk tvær, Rúni Poulsen eina, Hannis Wardum eina og Hans Áki Dal-Christiansen eina.
Ávaringar:
Strandingar fingu tríggjar ávaringar. Bent Djurhuus fekk eina og Agnar Højgaard eina. Tað triðju fekk John Petersen, sum var skiftileiðari hjá strandingum, fyri at brúka seg.
Kyndil fekk tríggjar ávaringar. Uni Wardum fekk eina, Hannis Wardum eina og Jakob Jónsson eina.