Hákun West av Teigum hevur framt enn eitt hondbóltsbragd.
Hákun er saman við liðfeløgunum í Füchse Berlin týskur steypavinnari 2026.
Füchse Berlin vann í stórum stíli í steypafinaluni í Lanxess høllini í Köln. Füchse Berlin vann finalunu móti Bergischer so trygt sum 42-33. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 22-17.
Hákun hevði eitt gott avrik, og hann skoraði seks mál upp á sjey málroyndir.
Lasse B. Anderson var toppskjútti hjá Füchse Berlin við 10 málum, og Mathias Gidsel skoraði níggju mál.
Fyri framman er eitt hart stríð hjá Füchse Berlin at vinna seg millum tvey tey fremstu liðini í bundesliguni, so liðið kann kappast í Champion League komandi kappingarár.
Hóskvøldið klokkan 18 hevur Füchse Berlin toppdyst móti Gummersbach í Max Schmelling høllini í Berlin.
In.fo ynskir Hákuni hjartaliga tillukku við heitinum sum týskur steypavinnari.
##med2##












