VIDEO: Síggj tey seks steypafinalumálini hjá Hákuni og steypahandanina

(Video) Hákun West av Teigum skoraði góð mál í týsku steypakappingini

Mynd: Ritzau Scanpix

Füchse Berlin vann í stórum stíli í steypafinaluni í Lanxess høllini í Köln. Füchse Berlin vann finalunu móti Bergischer so trygt sum 42-33. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 22-17.

 

Hákun West av Teigum hevði eitt gott avrik fyri Füchse Berlin, og hann skoraði seks mál upp á sjey málroyndir, og var triðbesti málskjúttin hjá Füchse Berlin.

 

HER ber til at síggja tey seks málini Hákun skoraði í týsku steypafinaluna, umframt steypahandanina, har Siggi_Channel hevur klipt og redigerað. Frásøgumennirnir hjá TV3 Max geva Hákuni góð ummæli í frásøgnini:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix