Hákun var effektivur tá Füchse Berlin vann í steypakappingini

Við trivaligum sigri á Bietigheim Metterzimmern hevur Füchse Berlin vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í týsku steypakappingini

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini.

 

Dysturin var á útivølli móti Bietigheim Metterzimmern, ið spælir í aðru bundesligu.

 

Füchse Berlin vann ein trivaligan 42-33 sigur. Heimaliðið var betur við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Füchse Berlin á odda 19-16.

 

Hákun var effektivur. Hann skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir. 

 

Füchse Berlin hevur sostatt vunnið seg víðari til fjórðingsfinalurnar. Füchse Berlin er eisini við í millumumfarinum í EHF European League og við í oddastríðnum í bundesliguni, so hetta eru spennandi avbjóðingar. 

 

Komandi leygarkvøld spælir Füchse Berlin útidyst móti Lemgo í bundesliguni.