Halda fast í silvurplássinum

Kyndil tykist nú hava tryggjað sær silvurið, eftir at teir sunnudagin vunnu greitt á hoyvíkingum í einum rættuliga rótutum dysti.

Tað er ikki so langt síðani, at sagt varð, at Kyndil hevði eitt kompleks av hoyvíkingum, men hesum kompleksi tykjast teir nú hava vunnið á. Seinastu ferðirnir, ið liðini hava hitst, hava teir grønu nevnliga vunnið greitt.

Breiddin sigraði
Dysturin sunnudagin í Hoyvíkshøllini var eitt gott dømi um, hvussu stór breiddin á Kyndlaliðnum í veruleikanum er. Í mun til fleiri av hinum liðunum er tað ofta so hjá Kyndil, eins og hjá t.d. VÍF, at málini eru rættiliga javnt býtt millum fleiri spælarar.
Hjá hoyvíkingum er úrslitið sum oftast rættuliga nógv tengt at, hvussu tað gongur hjá serliga liðskiparanum Halgir Dahl Olesen og kanska eisini Piti Negru.
Sunnudagin vóru kyndilsmenninir rættuliga væl upplagdir, og tað vísti seg eisini, at hóast útskiftingarnar vóru títtar hjá Kyndli, so sást tað ikki aftur úti á vøllinum, tí breiddin var so mikið stór.

Góður endaspurtur
Leingi sá tað út til, at tað fór at gerast ein javnur og spennandi dystur millum H71 og Kyndil. Gestirnir fingu betru byrjanina upp á dystin, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn hoyvíkingar svaraðu aftur og komu upp á javnt.
Í fyrra hálvleiki var lítil munur á liðunum báðum, men móti endanum av hálvleikinum fekk Kyndil lagt seg tvey mál fram um hoyvíkingar.
Eftir steðgin setti Kyndil ferð á, og teir øktu um leiðsluna hjá sær. Seinni hálvleikur var einans átta minuttir gamal, tá ið gestirnir høvdu lagt seg á odda við fimm málum, 21-16, og tey flestu hildu óivað, at nú var avgjørt.
Men so var ikki, tí hoyvíkingarnir stríddust manniliga fyri at fáa fatur á Kyndil aftur, og tað var eisini um reppið, at tað eydnaðist teimum. Munurin millum liðini minkaði aftur støðugt, og tá ið einans tíggju minutttir vóru eftir at dystinum, vóru einans tvey mál á muni.
So søgdu kyndilsmenninir, at nú var nóg mikið, og við einum øgiligum endaspurti syrgdu teir fyri, at teir vunnu ein trivaligan sigur á H71. Seinastu tíggju minuttirnar skoraðu tær grønu ikki færri tíggju ferðir, meðan hoyvíkingarnir einans fingu trý mál, so endaliga úrslitið gjørdist 36-27 til Kyndil.

Silvurið fer ongan veg
Við sigrinum syrgdi Kyndil fyri, at teir framvegis sita trygt á silvurplássinum. Komandi vikuskifti fær havnarliðið vitjan av nýklaktu føroyameistarunum úr Vestmanna, og tá verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer.
Dystirnir millum Kyndil og VÍF eru altíð nakað heilt serligt, og tað er lítið at ivas í, at hóast vestmenningar longu eru meistarar, so fara teir at gera alt teir megna fyri at vinna á havnarmonnunum.
Kyndil tykist nú verða komið fyri seg eftir eitt longri tíðarskeið, har als einki bar til hjá teimum. Teir taptu tilsamans fimm dystir á rað í lands- og steypakapping, og tað var í hesum tíðarskeiði, at teir mistu sambandið við VÍF.
H71 hevur ikki staðið seg so væl í seinastuni. Tað tykist sum um, at hoyvíkingarnir langt síðani hava avskrvað hetta kappingarárið sum eitt ár, ið bara skal koyrast í gloymibókina. Vónirnar hjá hoyvíkingum undan kappingarárinum vóru góðar, men liðið hevur fingið sera lítið burtur úr í seinnu hálvu av kappingini.



H71-Kyndil 27-36(12-14)
H71: Esbern Patursson 6(1), Piti Negru 4, Halgir Dahl Olesen 4, Johnny Durhuus 4, Niels Viggo Niclasen 4, Olaf Vesturgarð 2, Christian Eli Zachariassen 2, Sigtór Andreasen 1
Kyndil: Finnur Hansson 8, Hans Áki Dal-Christiansen 7(1), Jakob Jónsson 6, Janus Einar Sørensen 4, Høgni Klein 4(1), Rókur Akralíð 3, Hjalti M. Jacobsen 1, Jósef Abrahamsen 1, Hans A. Thomsen 1, Ragnar Stakksund 1
Brotskøst: H71 1(1), Kyndil 3(2)
Útvísingar: H71 2, Kyndil 4
Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen