NSÍ og B36 spældu í dag 2-2 javnleik í oddabrakinum við Løkin í Runavík. Støðan er sostatt óbroytt í oddinum, við tað at NSÍ framvegis er trý stig á odda í deildini.
Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ nógvar stórar málmøguleikar, og tann størsta átti liðskiparin, Klæmint A. Olsen, ið kom at standa púra leysur inni undir málinum hjá B36. Klæmint greiðir frá, at hann helt at verjuleikarin hjá B36, Odmar Færø, kom at nerta við bóltin beint áðrenn hann kom fyri føturnar á sær.
Hoyr samrøðuna við Klæmint Olsen, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp, við at trýsta á videobrotið omanfyri.